Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, verður gesturin í dag venjarin hjá NSÍ, Allan K. Jepsen. Í tí sambandi verður Fótbóltspanelið sent úr Runavík.
Hann hevur eina drúgva yrkisleið sum spælari, og spælt í Danmark, Týsklandi og Hollandi, og hann náddi eisini at spæla at danska A-landsliðnum. Eftir fleiri ár sum ungdómsvenjari í AGF bleiv hann í 2019 hjálparvenjari hjá Aab, áðrenn hann í fjør kom til NSÍ.
Hví hevur Allan K. Jepsen valt føroyskan fótbólt, hvat ætlar hann við NSÍ, og hvussu við Peturi Knudsen og René Shaki Joensen? Hetta eru nakrir av spurningurnum, sum verða settir við Løkin í dag frá klokkan 16.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda sms til 559999.