Fáa betri útgerð at forða fyri rúsevna-smugling

Taks skal hava betri útgerð og betri umstøður at forða fyri smugling

Nú skal eftirlitið við markið herðast í eini roynd at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroyar. Tað er ein ætlan, landsstýrið arbeiðir við. Herfyri fekk landstýrið eina heildarætlan ímóti rúsevnum og tilmælini í teimum skulu nú setast í verk hesi næstu árini.

 

Men nú løgmaður helt ólavsøkurøðu sína, upplýsti hann, at hesi næstu árini fer Taks at seta tiltøk í verk sum væntandi fara at bøta um eftirlitið við innflutninginum til landið soleiðis, at tað verður torførari at flyta rúsevni inn í landið.

 

Ætlanin er at menna eina føroyska profileringsskipan, soleiðis at marknaðareftirlitð hjá Taks gerst munadyggari og beinraknari. Tað er at gera eina meting, av, hvør tað er, sum smuglar rúsevni til Føroya.

 

Í fjør fekk Taks Annars ein skannara at kanna viðføri við við og væntandi verður ein keyptur afturat í ár. Ætlanin er somuleiðis at keypa tveir afturat komandi tvey árini, upplýsir løgmaður

 

Í sambandi flogvøllurin í Vágum skal byggjast út, er ætlanin, at Taks skal fáa nýggj eftirlitshøli. Hetta fer at ger eftirlitsarbeiðið betri og virðiligari fyri ferðafólk og tollarar. Somuleiðis er ætlanin, at Taks skal fáa nýggj eftirlitshøli í samband við ætlanina at byggja nýggja farstøð til norrönu á skansabryggjuni. Hetta fer at gera eftirlitið effektivari og virðiligari. Í hesum sambandi er ætlanin eisini at keypa ein bingjuskannara, sum er lættur at flyta frá staði til stað.