Fáa meira fyri botnfiskin

Hóast nøgdirnar vóru minni, var virðið á útflutninginum av botnfiski munandi størri fyrstu fimm mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør

Frá januar til mai útfluttu Føroyar botnfisk fyri 670 milliónir krónur. Hetta eru 102 milliónir krónur meira enn somu tíð í fjør.



Útflutta nøgdin av botnfiski var minni fyrstu fimm mánaðirnar í ár, enn hon var somu tíð í fjør.


Í fjør útfluttu Føroyar 23.892 tons av botnfiski frá januar til mai, meðan nøgdin somu tíð í ár var 22.692 – tað er ein minking á 5 prosent.