Eftir fýra ár á marknaáinum hevur núverandi Mercedes-Benz C nú fingið eina facelift. Innan er alt gjørt úr betri tilfari, og uttan eru eisini smávegis broytingar við kølaragittari, kúfangarum og lyktum.
Sum ein av fyrstu bilum í heiminum hevur Mercedes-Benz C nú fingið nýggja Nano-lakkið, sum við hjálp av "nano-teknologi" (ekstremt smáum partiklum) er munandi meira slitsterkt enn vanligt lakk.
Bilurin fæst við ellivu ymiskum bensin- og dieselmotorum. Í Danmark verður Mercedes-Benz 220 CDI við 150 hk nógv brúktur sum hýruvognur.
Í august kemur ein C240 við 6 syl. motori og 170 hk til Føroya. Bilurin
koyrir frá 0-100 km/t uppá 9,2 sek, og toppferðin er 235 km/t. Prísirnir
byrja við kr. 420.000,- fyri ein C180 Kompressor.