Fakfeløgini mugu stuðla hvør øðrum

-Vit gevast ikki við tiltøkunum fyrr enn Fíggjarmálastýrið aftur fer til samráðingarborðið við Starvsmannafelagið. Vit hava sum fakfelag valt ikki bara at standa og hyggja at, meðan Starvsmannafelagið tekur upp stríðið einsamalt. Hetta snýr seg ikki bara um lønirnar hjá limunum í Starvsmannafelagnum. Hetta er í veruleikanum eitt fakfelagsstríð, har fakfeløgini mugu stuðla hvør øðrum - vera solidarisk sigur forkvinnan í Sjúkraystrafelag Føroya, Joan Ziskason

-Okkara tiltøk fara at standa við, til Fíggjarmálastýrið tekur upp samráðingarnar við Starvsmannafelagið. Hetta eru greiðu orðini hjá forkvinnuni í Sjúkrasystrafelag Føroya, Joan Ziskason, nú tað framvegis stendur í botni í sáttmálatrætuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.

Tað var mikudagin, at Sjúkrasystrafelagið gjørdi av at skerja ella leggja arbeiðið niður á fleiri deildum á Landssjúkrahúsinum. Hetta varð gjørt í óásetta tíð fyri at vísa samhuga við Starvsmannafelagnum men eisini fyri at vísa á ónøgdina hjá felagnum við framferðina hjá Fíggjarmálastýrinum í samráðingunum sum heild, eisini við Sjúkrasystrafelagið.

Joan Ziskason sigur, at tey sum fakfelag hava valt ikki bara at standa og hyggja at, meðan Starvsmannafelagið tekur upp stríðið einsamalt. -Hetta snýr seg ikki bara um lønirnar hjá limunum í Starvsmannafelagnum. Hetta er í veruleikanum eitt fakfelagsstríð, har fakfeløgini mugu stuðla hvør øðrum - vera solidarisk.

Hon sigur, at hesi tiltøk eru sjálvandi eisini ein áminning til landsstýrið um, at Sjúkrasystrafelagið góðtekur ikki eina slíka lønarhækkan, sum nú stendur Starvsmannafelagnum í boði.

-Hetta er einki minni enn ein niðurgerðing av løntakarunum, sum hava uppiborið eina munandi lønarhækking. Joan Ziskason sigur, at Sjúkrasystrafelagið herfyri vrakaði tilboðið frá Fíggjarmálastýrinum, sum blaðið skilur bert var uppá umleið eitt hálvt prosent.

Hon sigur, at tað, sum hevur givið teimum nýtt mót, er tann sáttmálin, sum starvsfólkið á Føroya Tele hevur fingið. Eisini vísir hon til sáttmálan, sum landsstýrið hevur gjørt við Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Hesin sáttmálin gevur felagnum eina munandi lønarhækking.

Joan Ziskasson hevur annars ta viðmerking til spurningin um kappingarførið og lønir aðrastaðni, at føroyskar sjúkrasystrar í dag fáa fleiri túsund krónur minni í løn enn t.d. teirra donsku starvssystrar. Rákið er tí eisini, at fólk flýggja frá fakinum. Enn vilja fólk fara í læru men trupulleikin er at fasthalda fólk í starvinum. Sjúkrasystrar siga upp og tær, sum kunnu tað, fara av landinum.

Forkvinnan í Sjúkrasystrafelagnum sigur, at støðan er heilt óhaldbar og vísir til, at ein deildarsjúkrasystur á sjúkrahúsi í dag fær minni í løn enn ein sjúkrasystur, sum er í blandaðari vakt. Talan er í báðum førum um eina 40 tíma arbeiðsviku, men tann, sum hevur endaliga fullu ábyrgdina, fær minni í løn. Tað er m.a. slíkan skeivleika, sum Sjúkrasystrafelagið vil hava bøtt um í sáttmálanum. Men har landsstýrið ikki hevur verið til at vika.

Joan Ziskason heldur tað eisini vera heilt burturvið at vísa til lønarlagið í øðrum londum, tá sagt verður, at samfelagið her tolir ikki hægri lønir. -Taka vit fiskiídnaðin í grannalondunum, so eru lønirnar nógv hægri, og har fáa tey tað at bera seg. Hjá okkum, har lønirnar eru nógv lægri, fáa vit tað ikki at bera seg. So tað er aðrastaðni, at trupulleikin liggur.

Uppá fyrispurning um ikki Sjúkrasystrafelagið setir heilsuna hjá sjúklingunum í vanda við at fremja tiltøk sigur Joan Ziskason, at tað gera tey ikki. -Vit hava tryggjað okkum, at hetta ikki gongur út yvir sjúklingarnar. Men eg ivist annars stórliga í, um støðan er so nógv øðrvísi enn í gerandisdegnum, har deildirnar sum er eru yvirfyltar, og har fólk eisini liggja úti á gongini, og sum er etiskt óforsvarligt.

Hon sigur, at skerjingarnar, sum longu eru gjørdar, níva sera hart á sjúkrahúsunum, og at ein tí hvørki kann bjóða sjúkrasystrunum ella sjúklingunum hesa viðferð.

-Bygningarnir eru ótíðarhóskandi, fólkið er niðurundirkoyrt, og tað er bara ein spurningur um tíð, tá tær mongu skerjingarnar eisini fara at merkjast hjá sjúklingunum. Tað er eitt mark fyri, hvussu nógv tú kanst krevja av sjúkrasystrunum - og uttan at geva teimum eina rímuliga løn fyri arbeiðið sigur forkvinnan í Sjúkrasystrafelagnum.