FAKTA: Soleiðis kann Boris Johnson noyðast frá

Boris Johnson kann sjálvur velja at leggja frá sær sum forsætisráðharri, ella kann hann verða feldur av eini misálitisatkvøðugreiðslu

Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, stríðist fyri politiska lívi sínum. Ráðharrar seyra úr stjórnini, sum seinastu dagarnar hevur minst ráðharrar og vararáðharrar (John Sibley/Reuters/Ritzau Scanpix)

Ein fyri og annar eftir leggja konservativu ráðharrarnir í bretsku stjórnina frá sær sum mótmæli ímóti forsætisráðharranum Boris Johnsen.

Harumframt eru nógvir ráðharra í stjórn hansara sagt, at teir fara at biða hann leggja frá sær.

Men hvat skal til formliga, áðrenn Boris Johnson verður noyddur frá valdinum? Og hvat fer eitt stríð um formanssessin at merkja fyri forsætisráðharrasessin?

Sambært bretskum miðlum eru møguleikarnir hesir:

* Boris Johnson velur sjálvur at leggja frá sær:

Boris Johnson kann velja at gera sum ráðharrarnir ynskja og leggja frá sær sum floksformaður. Tað fer at merkja eina atkvøðugreiðslu um nýggja leiðslu í flokkinum.

* Ein meiriluti í tjóðartinginum setir fram misálit:

Um ein vanligur meiriluti í tinginum er ímóti Johnson, kann tað, eins og hjá okkum, føra til eitt misálit á forsætisráðharran, sum merkir at hann ella øll stjórnin fer frá.

* Ein meiriluta millum tey konservativu vísa misálit – krevur broyting í reglunum:

Í juni varð eitt misálitisatkvøðugreiðsla um Boris Johnson millum konservativar flokslimir. Ta atkvøðugreiðsluna yvirlivdi hann, og sambært núverandi reglunum kann ein tílík atkvøðugreiðsla bara vera eina ferð um árið.

Tað er tó møguligt at ein nevnd í konservativa flokkinum, sum kann gera av at broyta reglarnar og gera tað gjørligt at halda nýggja atkvøðugreiðslu nú. Tann sonevnda 1922-nevndin.

Nevndin hittist í gjárkvøldið, har avgerðin í fyrstu syftu var at útseta avgerðina til mánadagin.

Tá fer nevndin at hittast aftur, har nýggj leiðsla skal veljast, og fyrst skal gerast av, um reglarnar kunnu broytast.

Verða tær tað, so kann ein nýggj misálitisatkvøðugreiðsla gjøgnumførast.

Og so er tað realistiskt, at Boris Johnson verður koppaður, heldur Henrik Lars, sum er professari í statsvísindum á Københavns Universitet.

– Tað er ógvuliga sannlíkt, at hann verður feldur. Tá so nógvir ráðharrar leggja frá sær, er tað eitt tekin um eina samskipaða ætlan, heldur hann.

* Verður Boris Johnson feldur í eini misálitisatkvøðugreiðslu, skal flokkurin velja nýggjan formann og forsætisráðharra.

Verður Boris Johnson feldur, so skal ein formansnevnd í konservativa flokkinum. Tí flokkurin við Johnson hevur forsætisráðharrasessin, merkir valið eisini, at tann nýggi formaðurin verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.

Ein nýggjur leiðari kann velja at skriva út tjóðartingsval fyri at tryggja stjórnini nýggjan stuðul í fólkinum, men tað er ikki eitt krav, uttan so at ein meiriluti er ímóti stjórnini.

Keldur: BBC, Sky News og professor Henrik Larsen.

/ritzau/

 

 

Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, stríðist fyri politiska lívi sínum. Ráðharrar seyra úr stjórnini, sum seinastu dagarnar hevur minst ráðharrar og vararáðharrar (John Sibley/Reuters/Ritzau Scanpix)