Familju- og jólakonsert

Tað er vorðin føst siðvenja hjá Føroya Symfoniorkestri í samstarvi við Norðurlandahúsið og Føroya Sanglærarafelag, umboðandi ymsar skúlar, at skipa fyri sokallaðari familju- og jólakonsertum í adventstíð

Mær eydnaðist at hoyra symfonikonsertina í Ítróttarhøllini í Runavík nú leygardagin 1. desember. Jólaligt var tað henda seinnapart í góðveðrinum at koma inn í ljósskrýdda miðbýin og hugaligt at standa í bíðirøð at sleppa inn í stóru konserthøllina. Við birtandi vælkomuorðum legði ... fyri, og tá so Jensina Olsen við gandastavi í hond – einum ovurstórum skúlablýanti – trein fram á pall breiddi seg beinanvegin ævintýrdámur yvir samkomuna. Stavurin í sjálvum sær munaði tó ikki, har mátti gandamegi fyllast uppá. Eftir fleiri royndir við veittrandi lag frá fjøldini av barnaørmum og hokus-pokus orðum saman við jólakellingini Jensinu eydnaðist at vekja teir durvandi tónleikarnar, og so kundi gandakallurin Bernharður Wilkinson leggja fyri við gitnu jólasvituni “A Christmas Festival” hjá Leroy Anderson, ið var festliga inngangsljóðið á hesari ársins jólakonsert nú á fjórða sinni.

Og so vóru vit beinanvegin komin til megin framførsluverkið “Kavamaðurin”, eitt jólaævintýr í orðum og tónum eftir tónaskaldið Howard Blake, ið byggir á myndabók hjá Raymond Briggs. Ævintýrgongdin er tann, at í nýkomnum kavaveðri hevur smádrongur gjørt sær kavamann við gularót sum nøs, eygum av kolapettum, turriklæði um hálsin og hatti á høvdinum. Av spenningi um sítt verk vaknar drongurin um náttina, kagar út gjøgnum gluggan og sær nú, at lív kemur í kavamannin, og at hann kemur gangandi yvir móti húsinum. Drongurin skundar sær í klæði oman at taka ímót, og í meistarligum samskifti millum frásøgukonuna og orkesturleiðaran við sínum tónleikarum fylgdu vit við, hvussu jólamaðurin reikaði runt í jólaskrýddu stovuni, rendið seg inn í bjølluringlandi jólatræið, loypti hvøkk á sovandi kettuna, kom sær í trupulleikar av kolaovni og heittvatnskrana, men fekk stimbrandi gjóstur aftur úr kuldaskápinum.

Við smádronginum í hølunum fer kavamaðurin eisini upp á loftið, roynir ymsar kosmetiskar hentleikar í baðirúminum og íklæðingarmøguleikar úr klædnaskápi, og millum leiku hjá dronginum fekk orkestrið høvi til ein serligan “Spælidósadans”.

Men umráðandi var tað ikki at vekja foreldrini, men heldur at fáa náttargestin oman- og útaftur. Uttanfyri koma teir fram á eina motorsúklu, og við dronginum á baksetrinum koyrir nú kavamaðurin fródliga runt í túninum. Vandi var tó á ferð, tí av hitanum frá motorinum fóru fótlimirnir at bráðna. Lukkutíð kundi hesin limaskaði tó reparerast í frystikassa, og so útaftur at beistast so mikið, at farið varð á flog út á eina ferð, sum tann unga Bára Berghamar Danielsen við sínari klokkukláru rødd og við orkesturfylgispæli sang um. Teir lenda í sórari grannskróg á Norðurlandinum, har kavamenn hava jólahald, og her ljómaði “Kavamannadansur” frá orkestrinum. Jólamaðurin trínur nú fram, vísir teimum runt, m.a. innar í fjósið til reinsdjórið, og frá honum fær drongurin blátt turriklæði at binda um hálsin, nú farast skal á flog heimaftur.

Við dyrnar skiljast teir, og drongurin upp á loft at leggja seg. Morgunin eftir er sólin hitandi komin fram, og tá drongurin nú kagar út gjøgnum gluggan, er ongin kavamaður at síggja, bert ein bráðnandi kavarúgva við gularót, kolapettum og gomlum hatti. Tó bert ein dreymur var hetta nú kortini ikki, tí í lummanum finnur drongurin turriklæði, sum jólamaðurin hevði givið honum.

At halda spenninginum í hesari drúgvu frásøgn í tí ovurstóra hølinum var ongin løtt uppgáva; men Jensina hevur sínar serligu kvalifikatiónir. Vit kenna hana sum frálíkan sangara eitt nú sum kveikjandi miðdepil í úrvalskórinum Mpiri, og ikki var tað av ongum, at hon saman við systrini Onnu Mariu var kosin at umboða okkara tónleikaheim á ..... Eisini tónlistarliga skapandi hevur hon gjørt vart við seg, m.a. tá hon vann singer-song-writer kappingina, sum Hafnia Lounge skipaði fyri í ... Frá skeiðum uttanlands hevur hon eisini vunnið sær leiklistarligar fortreytir; men fyrst og fremst hevur hon ta persónsmensku og tann humoristiska sans, ið ber uppi í leikluti sum hesum.

Forkunnug og góð uppliving var tað at hoyra klassiska guittarsolo við symfoniskum fylgispæli, tá tann dugnaligi Alvi Joensen saman við symfoniorkestrinum spældi part úr “Fantasia” eftir Joaquin Rodrigo.

Tá nú Berharður Wilkinson við sínari tónleikaramanning orkestralt tók samanum við tí sprækna “Pirates of Carribean” eftir Klaus Badelt kundu vit enn einaferð frøast um okkara frálíka symfoniorkestur í hondunum á hesum úrmælingi. Men samtundis er at harmast um, at hetta fremsta liðið í okkara tónlistarheimi ikki fær sømdir til eitt meira virksemi. Seinasta nosið var messan eftir Haydn í september, og eftir tað mátti symfoniska heystkonsertin uppgevast av fíggjarligum orsøkum. Professionel orkestur av slíkum slag uttanlands, eitt nú íslendska symfoniorkestrið, hava vanliga eina framførslu um vikuna. At okkara orkestur skuldi kunnað trinið fram eina ferð um mánaðin kann ikki vera ov mikið at ynskja eftir. Slíkt virksemi kostar meira, enn einans kann setast av á fíggjarlóg landsins til einstakt ljómlið; men Føroya Symfoniorkestur er alvi musikkskúlans og eitt kærkomið høvi til trivnað hjá okkara professionellu musikklærarum. Tí kann tann áheitan á okkara politiska myndugleika ikki ov mikið endurtakast um at gera útinnandi virksemi til part av starvsssetninginum hjá teimum musikklærarum, sum ynskja tað. At reglugerð tá má setast upp í samstarvi millum musikkskúlaleiðslu, Musikklærarafelagið og eitt nú Føroya Symfoniorkestur er sjálvsagt.

Men inni í Runavík var løtan ikki minst hugtakandi, tá nú 200 børn úr Tórshavnar Musikkskúla og úr Sankta Frans, Leirvíkar, Glyvra og Runavíkar nissuklødd komu sníkjandi í hálvmyrkrinum og upp á pall at framføra 4 sangir saman við symfoniorkestrinum. Væl var fyrireikað, væl var skipað fyri, og fløvandi var tað fyri foreldur og onnur áhoyrandi – teirra millum eitt gamalt lærarahjarta –at uppliva henda stóra barnaskara uttan himpr uttanat av fullum huga syngja “Nú liggur ein kavafonn tindi á” (vísulag við teksti eftir Símun av Skarði), “Um tú hittir jólamannin” (lag: Ingi Isaksen, tekstur: Steintór Rasmussen), “Úti í tí myrku nátt” (lag og tekstur: Pauli í Sandagerði) og “Rottujól” (lag: Pauli Hansen, tekstur: Sverri Egholm). Fylgispælið til tríggjar teir fyrstu gjørdi Atli K. Petersen, og tað seinasta legði Pauli sjálvur til rættis.

Eftir áhaldandi lógvabrestir endaði hendan jólafagnarløtan í Runavíkar Íróttarhøll við jólaslagaranum“Nissumamma og nissupápi” (arr. Atli K. Petersen) sum rungandi eykanummari.