Krabbameinsfelagið bjóðar familjum við børnum, sum hava mist mammu ella pápa av krabbameini, til mennandi og hugnaligan familjuddag 5. september 2015 á Gjáargarði.
- Familjusjónarhornið hevur stóran týdning í okkara ráðgevandi arbeiði, tí tá ein í familjuni gerst sjúkur ella doyr, verður øll familjan rakt, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
- Endamálið við vikuskiftinum er, at familjurnar í felag seta orð á tað, sum er svárt og torført, men samstundis gjøgnum spæl og stuttleika seta fokus á gleði og látur í lívinum. Familjurnar fáa rúm at vera saman og at hugna sær, og eisini minnast mammuna, pápan og makan, sum ikki longur er.