Fann 80 ára gamla granat á Nesi

Aftur í dag var »ammunitions- og minerydningstjenesten« hjá Arktisk Kommando á ferð í morgun. Løgreglan hevði fingið boð av Nesi um eina granat frá seinna heimsbardaga, sum varð funnin í einum bilhúsi.

 

Tí máttu Ove Ritter, sjefsersjantur og Johan Højgaard, yvirkonstabul, frá Arktisk Kommando inn á Nes at hyggja nærri upp á hendan gamla lutin, sum var ein 80 ára gomul granat.

Á sumri í 1942 var tann stóra artillerigranatin skotin fræa eini enskari kanón í Føroyum, men uttan at granatin brast. Tí skuldu varnar hendur til at fáa hana at gerast meinaleysa.

Granatin skuldi varliga spreingjast við nærlagni, so hon ikki brast. 

– Uppgávan gekk sum ætlað, og granatin var klovin í tvey, og innihaldið síðani brent av, greiðir Ove Ritter, sjefsersjantur hjá Arktisk Kommando, frá.

Tann nú tóma og harvið ikki vandamikla granatin verður nú at síggja á Nesi í Eysturoy saman við kanónini, haðani hon fyri 80 árum síðani varð skotin.

 

##med2##

 

##med3##