Fara at brenna fleiri tons av spiki

Tað er nógv at taka upp eftir springaradrápið á Skálafjørðinum sunnukvøldið

Ovnarnir frá IRF fáa seg royndar í næstum. Myndin er frá IRF

Ovnarnir frá IRF fáa seg royndar í næstum. Myndin er frá IRF

Sunnukvøldið vórðu yvir 1.400 springarnar hildnir til á Skálafjørðinum. Men nú alt er skorið upp, er tað eisini nógv at taka upp. Skrokkarnir verða sleipaðir út á streymasjógv og slept. Men á springara er tað, sum heild, bara tvøstið, sum verður brúkt, tí spikið er ikki høgt í metum, so tað verður ikki tikið.

 

Sostatt er eisini talan um fleiri tons av spiki, sum skal beinast burtur. Tað kann ikki førast út á streymasjógv og sleppast á sjógv, tí tað flýtur, so tískil skal tað brennast.

 

Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at hetta er fyrstu ferð, at tey standa fyri eini uppgávu, sum hesari, tí nøgdirnar eru so stórar. Men talan er um stórar nøgdir, so tað má samskipast upp á onkran máta, og tað hava tey ikki fingið greiði á enn.

 

Hann sigur, at kommunalir myndugleikar hava verið í samband við IRF um at taka ímóti spikinum til brenningar. Og tað fer IRF at gera, tí tey skulu taka ímóti tí, sum er.

 

Men talan er um stórar nøgdir, so tað má samskipast upp á onkran máta, og tað hava tey ikki fingið greiði á enn. Tey kunnu ikki brenna alt ísenn, so tey mugu finna útvegir fyri at goyma tað í tangum, ella íløtum, men akkurát, hvussu farið verður fram, dugir hann ikki at siga.

 

Hann leggur kortini afturat, at tað talan kann ikki verða um at tyrva spikið, tí so er vandi fyri rottu, og tí er eingin vegur uttan at brenna tað.

 

Ovnarnir frá IRF fáa seg royndar í næstum. Myndin er frá IRF