Fara um gjaldsportrið í Saksun - men tey nokta at gjalda

Vit fara bara at brúka okkara rætt at ferðast frítt í nátturuni, sigur ein av teimum, sum fer við

Hósdag, Kristi himmalferðardag, sum er tann 26. mai, verður ein hending í Saksun, sum kanska kann uppfatast øðrvísi enn at tað er eitt mótmæli ímóti víðagitna gjaldsportrinum, sum forðar fólki at fara út á Lónna, fyrr enn tey hava goldið 75 krónur.

 

Tað eru nógv fólk, sum hava ilskast inn á hetta, og nú hava øll bíðað í nøkur ár eftir eini politiskari semju um, hvussu viðurskiftini skulu skipast. Men tað gongur ikki fyri seiði at finna semju, fyrst mátti Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður ásanna, at tað bar ikki til at finna semju, og eftirmaður hansara, Magnus Rasmussen, hevur eisini kastað handklæðið í ringin.

 

Men Kristi himmalferðardag eru tað nøkur fólk, sum hava gjørt av fara ein túr út á Lónna í Saksun. Roymer Lamhauge, sum er ein av teimum, sum fara við, sigur, at tey eru nøkur fólk, sum ætla sær við á túrinum, men eru tað onnur, sum hava hug at koma við, eru tey vælkomin til tað.

 

Sostatt skulu tey inn um gjaldsportrið í Saksun fyri at sleppa út á Lónna – men tey gera greitt, at tey ætla ikki at gjalda fyri tað, tí tey ætla at ganga uttan um tað, tí ætlanin er at byrja við Dúvugarðar og so oman á Pollin og yvir um ánna.

 

Roymer Lamhauge vil ikki kalla hetta eitt mótmæli. Endamálið er bara at staðfesta okkara rætt til at ferðast frítt í føroysku náttúruni, sigur hann. Tí fara vit sjálvandi heldur ikki at rinda fyri túrin, leggur hann afturat.

 

– Vit gera ikki annað enn at fara ein túr, sum okkara forfedrar hava gingið í øldir, sigur hann. Spurningurin um rættin til at fara í hagan, er vorðin rættiliga prinsipiellur, og Roymer Lamhauge sigur, at verða tey meldað, og løgreglan kemur eftur teimum, taka tey støðu út frá tí. Og fáa tey bót ásannar hann eisini, at tað kann enda við eini ósemju, sum endar í rættinum.

 

Hann undrast yvir, at tað er vorðið so trongligt hjá teimum, sum vilja sleppa at njóta náttúruna, tí tað hava øll rætt til, men treytin er sjálvsagt, at alt fer fram við skili, sigur hann. Samstundis harmast hann um tað politiska atgerðarloysið á økinum, tí hann heldur, at hetta er eitt mál, sum langt síðani átti at verið loyst.