Fara at stríðast fyri Setrinum

Á pallborðsfundinum, sum Føroya ungdómsráð skipaði fyri í kvøld, vóru harmljóð fyri Fróðskaparsetrinum, ið ikki fara at enda í bræði Hóast Tjóðhild Patursson, forkvinna í Føroya ungdómsráð, sum skipaði fyri fundinum, í tíðindunum hjá Rás2 tvey klokkan 17 í dag, vísti á, at fundurin var eitt mál um útbúgving sum heild, og at veruligi spurningurin var, um tað ikki er betri, at føroyingar lesa uttanlands. Men fundurin endaði við við konkreta málinum við Fróðskaparsetrinum, sum ikki hevur fingið peningin, tað hevði væntað.

Umboð fyri lesandi á Setrinum segði soleiðis.

- Jacob Vestergaard segði so seint sum í gjár, at nú hava vit yvirtikið veðurstovuna, men tað kostar bara fimm milliónir. Ótrúligt, at tá tað snýr seg um veðurstovuna er fimm milliónir einki, men tá tað er íløgur í Fróskaparsetrið, so er ein millión alt ov nógv.

Nógv sjónarmið komu fram á pallborðsfundinum, og millum annað segði Gilli í Skála, fyrrverandi næmingur á Fróðskaparsetrinum, at hann tímdi ikki heimaftur.

- Vit, sum hava verið ígjøgnum eina langa útbúgving tíma ikki aftur til Føroyar, tí politikarar senda signalir, um at tað er líka mikið at hava eina útbúgving. Tit stiggja fólk burtur, bar hann fram.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, var eisini til staðar, og hann segði soleiðis við landsstýriskvinnuna í mentamálum.

- Um tú leggur fram uppskot um eykajáttan til Fróðskaparsetrið, so lova vit og Sjálvstýrisflokkurin, at vit taka undir við uppskotinum. So kunnu vit bjarga setrinum.

Fyrireikarar gjørdu greitt, at tiltakið í dag bert er fyrsta stigið á leiðini, og at tey ikki hava ætlanir um at gevast, fyrr enn politikararnir hava játtað at geva Fróðskaparsetrinum eina eykajáttan.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, var púra samd í øllum, ið var borið fram, men vísti á, at tað er øll samgongan ikki.

So við vissu kann sigast. At ætlanin hjá Føroya ungdómsráð at hava ein pallborðsfund, sum skuldi tosa um generel evni í samband við útbúgving og um næmingar , endaði sum ein træta um Setrið, har øll á fundinum sungu um, hvussu týdningarmikil útbúgving í Føroyum er.