- Bruttoinntøkurnar frá bryggjuni og havnarlagnum, sum eru leiga, vatn, bátagjøld, havnagjøld, brúgvagjøld og loðsing, liggja nú oman fyri 700.000 krónur um árið, siga tey í Runavíkar kommunu.

Fara at leingja bryggjuna í Funningsfirði

Kostnaðurin verður stívliga tvær miljónir krónur og stjórin í Sp/f Rókini, Jákup Martin Kjeld, væntar, at teir fara í holt við arbeiðið um góðar tvær vikur.

- Bruttoinntøkurnar frá bryggjuni og havnarlagnum, sum eru leiga, vatn, bátagjøld, havnagjøld, brúgvagjøld og loðsing, liggja nú oman fyri 700.000 krónur um árið, siga tey í Runavíkar kommunu.

Nógv virksemi er á Funningsfirði, sum er partur av Runavíkar kommunu.

 

- Her er laksaaling, taraaling, útróður, hummaraveiða og ferðamannaskip, og við havnarlagið í bygdini hevur nógv og ymiskt virksemi av álvara tikið dik á seg hesi seinnu árini.

 

Soleiðis siga tey í Runavíkar kommunu í dag. 

 

Í mun til vøksturin og skipastøddirnar, ið vitja í Funningsfirði, er bryggjan nú vorðin ov stutt og ópraktisk at virka á.

 

- Frá at vera ein viðfáningur, sum inntøkukelda hjá Runavíkar havn, kom rættilig vend í, eftir at Atlantshav fór undir at flyta viðin til plattaverksmiðjuna beinleiðis úr útlondum og á Funningsfjørð.

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at kommunalu bruttoinntøkurnar frá bryggjuni og havnarlagnum, sum eru leiga, vatn, bátagjøld, havnagjøld, brúgvagjøld og loðsing, liggja nú oman fyri 700.000 krónur um árið.   

 

So hvørt, sum skipini, sum koma á Funningsfjørð, eru vorðin størri, hevur tað verið greitt, at okkurt mátti gerast við havnarlagið.

 

- Á býráðsfundinum í skúlanum í Funningsfirði hin 5. mai í ár samtykti býráðið einmælt at taka undir við tilráðingini frá vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini um at taka av tilboði frá Sp/f Rókini á Glyvrum.

 

Her verður bryggjukanturin longdur við 24 metrum í beinari linju norðureftir.

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at verkætlanin snýr seg um eina sonevnda spunsbryggju við betonghamara og bryggjuplátu av asfalti. Tveir 50 tons pullartar eru eisini við í verkætlanini.

 

Kostnaðurin er stívliga tvær miljónir krónur og stjórin í Sp/f Rókini, Jákup Martin Kjeld, væntar, at teir fara í holt við arbeiðið um góðar tvær vikur.

 

- Fendarar eru við í tilboðnum, og væntandi verður víðkanin klár at taka í nýtslu um mánaðarskiftið august/september í ár. Verkætlanin verður fíggjað við útreiðsluneutralari eykajáttan, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

- Bruttoinntøkurnar frá bryggjuni og havnarlagnum, sum eru leiga, vatn, bátagjøld, havnagjøld, brúgvagjøld og loðsing, liggja nú oman fyri 700.000 krónur um árið, siga tey í Runavíkar kommunu.

Bryggjukanturin verður longdur við 24 metrum í beinari linju norðureftir.