Fara nú at gera eldradepil í Kollafirði

Tórshavnar kommuna fer nú undir verkætlanina at gera ein eldradepil í Kollafirði.

Torshavn.fo:

 

Í kvøld verður tilmæli lagt fyri býráðið um at seta eina bygginevnd til eldradepilin, og at geva fyrisitingini heimild til at fara undir at gera eina byggiskrá.

 

Í 2017 samtykti býráðið eina útbyggingarætlan fyri eldraøkið í Tórshavnar kommunu. Eldradepilin í Kollafirði er tað seinasta av fleiri tilmælum í hesi útbyggingarætlanini.

 

Hini tilmælini í útbyggingarætlanini eru gjørd ella eru í gerð. Urd og Demensdepilin á Tjarnargarði vóru liðug og lótu upp á sumri í 2021, og nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum er í gerð á Stórubrekku í Hoyvík.

 

Eldradepilin í Kollafirði skal rúma allar tænastur á eldraøkinum, so sum búpláss, umlætting, dagtilhald og venjingartilboð.

 

Á eldradeplinum í Kollafirði verða væntandi 24-30 búpláss og umlættingarpláss.

 

Ætlanin er eisini at knýta 2-4 røktaríbúðir til eldradepilin.