Fara nú at kanna hví eldur kom í

Húsini, sum eldur kom í á Tvøroyri í gjár, fóru illa

Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum húsum á Tvøroyri. Løgregla og sløkkilið fóru á astaðið og fóru undir at skipa arbeiðið at sløkkja og sjúkrabilur fór eisini á staðið, men tað vísti seg, at eingin var í húsinum.

 

Har í grannalagnum standa húsini tætt, so tað ráddi eisini um at bjarga grannahúsunum. Løgreglans sigur, at tað gekk væl at sløkkja, men eldurin var stórur og húsini hava fingið stóran skaða. Nú fara teknikarar so at kanna tey fyri at vita um greiða fæst á, hví eldur kom í.

 

Annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Løgreglan tók kortini tveir bilførarar fyri at koyra við kenning.