FARC-leiðari fallin í Kolombia

Hernaðarligi leiðarin í kolombiska uppreistrarherinum FARC, Mono Jojoy, er deyður. Ein talsmaður fyri stjórnarherin sigur, at Mono Jojoy, sum í veruleikanum æt Jorge Briceño Suárez, fall í bardaga.

Eygleiðarar siga, at deyði hansara er tann størsti missurin hjá FARC, síðani rørslan misti tveir av sínum leiðarum fyri tveimum árum síðani.

USA hevur leingi lovað fimm milliónir dollarar í samsýning fyri upplýsingar, sum kundu gera, at Mono Jojoy bleiv tikin.

FARC, sum varð stovnað í 1964, hevur umleið 8.000 vápnaðar limir. Kolombiski forsetin, Juan Manuel Santos, hevur sýtt fyri at tingast við rørsluna um frið, fyrr enn hon letur allar gíslar leysar og gevst við at brúka børn sum hermenn.