Farið verður aftur í kirkju komandi sunnudag

Farið verður aftur í kirkju komandi sunnudag 13. juni 2021

Í tíðindaskrivi í kvøld boðar løgmaður m.a. frá: “at landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni. Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.”

 

Hetta merkir, at størri almenn – og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Tí verður mett, at farast kann í kirkju komandi sunnudag 13. juni 2021.

 

Hetta skrivar Uni Næs, dómpróstur og virkandi biskupur, á heimasíðuni folkakirkjan.fo.

 

Fólkakirkjan heldur seg til almennu tilmælini. Víst verður til galdandi tilmæli, sum eru boðað frá í skrivi til kirkjuráðini og sóknarprestarnar dagfest 16. apríl 2021, verður sagt á folkakirkjan.fo.