Faroe Petroleum funnið olju í Norska Havinum

Við verandi oljuprísi á 76 dollarar fyri tunnuna av ráolju, er virðið á fundinum leysliga mett millum 9,7 milliardir og 20 milliardir krónur fyri Faroe Petroleum. Faroe Petroleum boðar frá, at nú er liðugt at bora á Maria leitimiðinum í Norska Havinum, og felagið fegnast um, at Maria er eitt týðandi oljufund.

Maria leitimiðið liggur á Halten Terrace økinum og er nær við Smørbukk Sør, Trestakk oljukeldurnar og Tyrihans gasskeldurnar.

Brunnurin rakti við olju í jurrasiskum goymslugrýti (reservoir) í Garn fláafylkingini. Fyribils kanningar benda á, at jarðgoymslutjúgdin, sum tilsamans er 64 metrar, er størri enn mett var í forsøgnunum. Góðskan á jarðgoymsluni verður hildin at verða sera góð. Fyribils kanningar benda eisini á, at oljan er løtt har ? eini 40 stig á skalanum hjá American Petroleum Institute, har olja millum 40 og 45 stig hevur størst virði - og er lík oljuni í Trestakk fundinum, sum liggur nærhendis.

Mett verður, at nøgdin av olju og gassi til staðar er ímillum 250 og 520 milliónir føt, og av hesum verður mett, at ímillum 75 og 155 milliónir føt kunnu útvinnast. Ein umfatandi heildarmeting av jarðarfláunum er ávegis, og ein útvinsluroynd (drill stem test) verður eisini gjørd.

Maria brunnurin er tann fyrsti brunnurin á loyvisøki PL475BS, sum varð tillutað felagnum í 2008. Brunnurin varð boraður niður á 4.216 metra dýpi. Havdýpið á staðnum er 303 metrar. Tað er Songa Delta boripallurin, sum hevur borað. Eldborg, sum føroyska reiðaríið Supply Service eigur, var veitaraskip hjá Songa Delta, meðan boringin fór framm.

Faroe Petroleum Norge AS er størsti loyvishavari á PL475BS við 30 prosentum.

Hini feløgini á loyvinum eru Wintershall (25% og fyristøðufelag), Concedo (10%), Spring Energy (15%), og Centrica Resources (20%).

Í apríl í ár kunngjørdi Faroe Petroleum, at felagið hevði funnið kolvetni í Fogelberg brunninum, sum eisini er á Halten Terrace økinum í Norska Havinum, og felagið fegnast nú um annað fundið á økinum. Parturin hjá Faroe Petroleum av Maria fundinum er ímillum 22 og 46 milliónir føt, og sostatt er Maria eitt ógvuliga týðandi fund fyri felagið.

Við verandi oljuprísi á 76 dollarar fyri tunnuna av ráolju, merkir hetta at virðið er leysliga mett millum 9,7 milliardir og 20 milliardir krónur fyri Faroe Petroleum.

Faroe Petroleum luttekur eisini í trimum boringum á Atlantsmótinum í ár, har miðað verður eftir sera stórum prospektum. Tann fyrsta av hesum boringunum verður á Anne Marie loyvinum á føroyska landgrunninum, har hol verður sett á seinni í vikuni. Hinir báðir brunnarnir, Lagavulin og North Uist (Cardhu), liggja bretskumegin markið.