Faroe Petroleum skal hava kapitalhækkan upp á 415 mió

Kapitalhækkanin kann gerast størri, um eftirspurningurin er stórur. Kapitalhækkanin verður tøk fyri nýggjar og verandi institutiónellar partaeigarar.

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið ætlar at útvega umleið £45 mió. (svarandi til umleið kr. 415 mió.) við einari kapitalhækkan. Kapitalhækkanin kann gerast størri, um eftirspurningurin er stórur. Kapitalhækkanin verður tøk fyri nýggjar og verandi institutiónellar partaeigarar.

 

Peningurin frá kapitalhækkanini skal nýtast til:

Framhaldandi luttøku í leitiboringum í Norra tey næstu 2 árini, við týðandi ognarskapi

 

At varðveita 25% luttøku í spennandi og virðisøkjandi Pil uppfylgingar verkætlan

 

At menna 52 mió. tunnir av olju- og gasstilfeingi fram ímóti útbygging og realisera møguleikar fyri øking av verandi framleiðslu

 

Uppkeyp av framleiðslu (íroknað Schooner og Ketch handilin, sum varð kunngjørdur í apríl)

 

Graham Stewart, forstjóri sigur í viðmerking, at strategiin hjá felagnum við áherðslu á leiting, stuðlað av framleiðslu, hevur eydnast sera væl, við 7 fundum síðani 2010. Í hesum tíðarskeiði er framleiðslan hjá felagnum fýrfaldað, meðan olju- og gassreservarnir eru øktir áttafaldað. Henda kapitalhækkanin fer at geva felagnum ta fíggjarligu styrkina, sum skal til fyri at troyta teir møguleikar, ið liggja fyri framman, sigur Faroe Petroleum í fráboðan.