Faroexpo - "konseptið" fyri 2006 er nú staðfest

- Aftur hesaferð koma vinna og mentan at njóta gott av hvørjum øðrum, meðan altjóða vinnustevnan verður hildin í Runavíkar-økinum, sigur Símun Hammer á Sp/f Virkisráðgevingini, sum samskipar Faroexpo

Faroexpo 06

Síðsta mikudag skipaði Virkisráðgevingin í Saltangará fyri tíðindafundi í býráðsskrivstovuni í Saltangará um altjóða vinnustevnuna, Faroexpo 06.
Tað er Sp/f Virkisráðgevingin, ið samskipar Faroexpo, sum í ár verður hildin í Runavík í døgunum, 24.-26. oktober.
Vinnustevnan varð fyrstu ferð hildin í fjør heyst, og fyrireikararnir eru samdir um, at stevnan eydnaðist sera væl.
- Í ár fara vit at víðka nakað um tiltakið, og vit hava stórar vónir um stevnuna hesaferð, sigur Símun Hammer á Virkisráðgevingini.
Eins og í 2005, verður aftur í ár skipað fyri eini mentanarviku í Runavík, meðan Faroexpo verður hildin. Mentanarliga skráin verður sera fjølbroytt við konsertum, framsýningum, events av ymiskum slag og øðrum.
- Soleiðis koma vinna og mentan aftur í ár at njóta gott av hvørjum øðrum, sigur Símun Hammer.
Í stuttum er Faroexpo stevnan fyri ídnaðar-og tænastufyritøkur innan fiski-og oljuvinnu.
Sambært Virkisráðgevingini eru fyrireikingarnar til stevnuna nú komnar so mikið áleiðis, at konseptið er staðfest.
Símun sigur, at yvirskipaða endamálið við vinnustevnuni er at vera eitt átak, sum er vitanarrættað, útflutningsrættað og mentanarrættað.
- Hetta skal náast við, at vinna og myndugleikar í Føroyum og uttanlands fáa høvi at knýta gagnlig sambond og menna framtíðar samstarv og fyri almenningin verða fyrilestrar um viðkomandi evni fyriskipaðir, sigur hann.

Luttakarar
Útlendska luttøkan á stevnuni í ár verður víðkað. Innbodnu luttakararnir hesaferð koma úr skandinavisku londunum, serliga Danmark, Noregi og Íslandi. Aftrat hesum, er luttøkan víðka til eisini at fevna um Estland og Letland - og eisini eru einstøk virkir úr Bretlandi við.
- Málið fyri 2006 er, at 35 føroysk og 50 útlendsk virkir og stovnar luttaka á tí, sum rópt verður partenariatinum. Talan verður um virkir og stovnar innan ídnaðarvinnuna, tænastuvinnuna og oljuvinnuna.
Símun vísir á, at endamálið er at skapa varandi úrslit gjøgnum samstarv millum føroyskar og útlendskar fyritøkur og stovnar.
- Um útlendsku fyritøkurnar eru heldur fleiri í tali enn føroysku, gerst møguleikin fyri at finna varandi samstørv eisini størri, heldur hann.

Útbýtið á Faroexpo
Á Faroexpo verða eitt nú fundir við møguligar samstarvsfelagar frameftir, har fyritøkur sjálvar velja, hvønn tær vilja hava fundir við. man vil hava fund við.
Sp/f Virkisráðgevingin vísir annars á hesar møguleikar:
* Fundir við møguligar keyparar av teimum vørum/tænastum, sum tykkara virki bjóðar
* Vitan um veiting til oljuvinnuna, eitt nú koma innkeypsfólk frá fyritøkum innan oljuvinnuna at luttaka á partenariatinum
* Samstarv við útlendskar fyritøkur, sum ein møguleiki fyri at byrja ella økja um útflutning
* Netverk: Eitt partenariat skapar meira enn nakað annað átak eitt gott netverk millum fyritøkur
- Vit vilja leggja stóran dent á at røkja hetta netverk og fáa tað til at veksa so hvørt, sum tiltøkini verða fleiri. Eitt netverk gevur stórar møguleikar fyri óformellum og formellum samstarvi og samskifti, tá ið avbjóðingar eru, sigur Símun Hammer.

Almenni parturin
Ein týðandi partur av Faroexpo er almenna ráðstevnan.
Í 2005 hevði ráðstevnan góð 200 vitjandi. Tá varð dentur lagdur á evnir innan útflutningsfígging og oljuvinnuna.
- Í ár hava vit valt at leggja dent á tvey høvuðsevni, nevniliga ES og varandi orkukeldur. Undirevnini, sum verða umrødd av viðurkendum fyrilestrarhaldarum, eru m.a.:
* Vinnumenning gjøgnum ES-verkætlanir
* Føroyar og ES: Eru forðingarnar forðingar ?
* Hvat vildi fiskivinnupolitikkurin í ES ført til fyri Føroyar?
* Hvussu er ES samansett, Mál, visiónir og strukturur?
Eisini verður røtt um varandi orkukeldur, sólorku, brint og aðrar loysnir, sum arbeitt verður við globalt.
- Hesir fyrilestrar eru almennir, meðan partenariatsparturin bert er fyri fyritøkur, sum hava fulla luttøku á Faroexpo, sigur Símun Hammer.