Fast prosentgjald til vinningar

Síðani upphæddirnar á gekkahjólinum vórðu vaksnar fyri hálvumøðrum ári síðani, hava vit valt at økja upphæddina 100.000 krónur hvørja ferð, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari.

Síðani upphæddirnar á gekkahjólinum vórðu vaksnar fyri hálvumøðrum ári síðani, hava vit valt at økja upphæddina 100.000 krónur hvørja ferð, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari.

 

Fólk hava helst lagt til merkis, at upphæddirnar til fyrsta vinning í Gekkinum vaksa 100.000 krónur hvørja ferð, eingin vinnur høvuðsvinningin.

 

Hetta hendir hóast vit vita, at í V4 verður vinningurin altíð ein prosentpartur av keyðtu seðlunum.

 

- Men tað hevur sína frágreiðing. Tá vit valdu, at økja upphæddirnar á gekkahjólinum fyri hálvumøðrum ári síðani, tóku vit eisini tað avgerð, at byrja gekkavinningin á 100.000 krónum, og síðani vaksa hann við 100.000 krónum, hvørja ferð, hann ikki varð vunnin, sigur Jákupa Mikkelsen.

 

Undan broytingini byrjaði gekkaupphæddin á 30.000 krónum, og tað er munandi lægri enn 100.000 krónur.

 

- Og tað merkir eisini, at um gekkavinningurin varð vunnin fyrsta kvøldið, hevði tað ført eitt undirskot við sær fyri Kringvarpið, sigur Jákupa Mikkelsen.

 

Tey hava kortini somu treytir við Gekkinum, sum við V4.

 

- Vit skulu luta einávísan part út í vinningum, og tí mugu vit síggja, hvussu sær út, tá árið fer at lækka. Vit kunnu tá lata eyka vinningar ella skipa fyri onkrum sum ger, at vit halda okkum innan fyri ásettu karmarnar, sigur Jákupa Mikkelsen.

 

Men tað er eyðsæð, at fleiri seðlar verða seldir, størri vinning fær Kringvarpið.

 

- Tað sigur seg sjálvt. Og seinasta uppgerðin fyri farna vikkuskiftið vísir eisini, at vit seldu nærum 31.000 seðlar, so tað ger sjálvandi mun, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum.