Fastalávintsframløga av Fiskivinnuroyndum

Aftur í ár er framløgudagurin hjá Fiskivinnuroyndum settur at verða Fastalávintsmánadag 7. mars. Framløgudagurin verður í hølunum hjá Vinnuháskúlanum á Nóatúni. Eins og undanfarnu 2 árini verður ein íblástrarfyrilestur á skránni.

Útlendski fyrilestrahaldarin er Torger Børresen, forskningschef á DTU-Aqua í Danmark. Hann fer at greiða frá stóru og áhugaverdu evropeisku verkætlanini ?Blue Biotechnology?, sum føroyingar (SME serliga) eisini kunnu luttaka í.

Tiltakið er býtt í tveir høvuðspartar. Fyrrapartin er evnið ?Lidnar verkætlanir 2010?, og seinnapartin ?Nýggjar verkætlanir ella verkætlanir, sum halda á fram eitt stutt skeið afturat?.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku til Edith Lamhauge ella Marjun Nielsen, edith.lamhauge@fisk.fo, marjun.nielsen@fisk.fo , telefon 353030, 353244/45, boðar Havstovan frá.