Favorittarnir stinga av

Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið øll trý talvini í kappingini millum bestu telvarar úr smátjóðum í Evropa, men tað sama hava hinir báðir favorittarnir, Michael Wiedenkeller úr Luksemburg og Igor Efimov úr Monako.

Annað føroyska umboðið í kappingini, tann blaðungi Luitjen Akselsson Apol, hevur í sínum lagi einki stig fingið enn. Helgi syfti í gjár Jake Darmanin av Malta, sum eisini hevði tvey stig undan talvinum í triðja umfari.

Wiedenkeller vann á Brezmes úr Andorra, og Efimov vann á Carpenter av Jersey. Luitjen tapti fyri Fred Berend úr Luksemburg, sum er altjóða meistari og styrkismettur nummar fýra.

Støðan í kappingini eftir trý umfør er henda:

1.-3. GM Helgi Dam Ziska 2539 (FØR) 3 stig

1.-3. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 3 stig

1.-3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 3 stig

4.-5. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 2 stig

4.-5. Jake Darmanin 2106 (Malta) 2 stig

6.-7. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 1 stig

6.-7. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 1 stig

8-10. Luitjen A Apol 2103 (FØR) 0 stig

8-10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) 0 stig

8-10. Ezio Righi 1915 (San Marino) 0 stig