Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia høvdu í dag ein torføran útidyst á skránni í Parkini í Keypmannahavn móti verandi meistarunum, FC Keypmannahavn.
FCK var risastórur favorittur undan dystinum, men Fredericia beit væl frá sær, og tapti tepurt 2-3 fyri FCK.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki eydnaðist tað Viktori Claesson at fáa bóltin framvið Mattiasi og í málið til 1-0 til FCK. Seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal, tá Gustav Marcussen javnaði til 1-1.
Bert seks minuttir seinni legði Youssoufa Moukoko FCK á odda 2-1 við einum brotssparki, ið Mattias var sera nær við at bjarga. Tá eitt lítið korter var eftir av dystinum økti Junnosuke Suzuki til 3-1 við einum langskoti. Men løtu seinni megnaði Oscar Buch at minka um munin til 2-3. Tað bleiv einki stig til Fredericia í dag, men Mattias og liðfelagarnir fullu við æru á heimavøllinum hjá meistaraliðnum
20.760 áskoðarar vóru til dystin í Parkini.
Frá Soccerstand/Flashscore fær Mattias karakterin 5,5 (av 10), meðan teir hjá Sofascore geva Mattiasi 6,2 (av 10).
Fredericia er næstaftast í deildini við 11 stigum. Sunnudagin 9. november klokkan 13 hevur Fredericia dyst á heimavølli móti Viborg.











