FC Hoyvík helt tørn

1 DEILD: Javnleikurin á Toftum ber við sær, at FC Hoyvík framvegis er trý stig frá niðurflytingarplássi

Tað endaði 1-1, tá ið teir næstbestu í B68 í dag høvdu vitjan av FC Hoyvík. Felags fyri B68 og FC Hoyvík er, at úrtøkan seinastu ferðirnar hevur verið soltin.

 

Undan dagsins dysti hevði FC Hoyvík tapt tríggjar ferðir á rað við málmuninum 0-8.

 

Undan dagsins dysti hevði B68 tapt sjey ferðir á rað við samlaða málmuninum 2-28.

 

B68 er á niðurflytingarplássi við 8 stigum, og FC Hoyvík er á 8. plássi við 11 stigum.

 

Jógvan Petersen var fyri fyrstu ferð í ár málskjútti, tá ið hann  í 22. minutti legði FC Hoyvík á odda 1-0.

 

Fýra minuttir seinni javnaði B68. Málskjútti var Villiam Klein, sum í 2020 spældi við FC Hoyví, og sum í fjør umboðaði Undrið FF, sum nú er partur av felagnum, sum eitur FC Hoyvík. Síðani Villiam Klein fyrr í ár flutti til B68, hevur hann skorað trý mál. Eitt í bestu deildini, og í dag var hann fyri aðru ferð málskjútti í næstbestu deildini.

 

B68 fær leygardagin um eina viku vitjan av B71, og FC Hoyvík fer fríggjakvøldið at spæla á útivølli ímóti Víkingi.