FC Suðuroy er flutt niður

1. DEILD: Tap á Argjum í dag ber við sær, at FC Suðuroy næsta ár fer at spæla í 2. deild, meðan AB fer at spæla finalu um at flyta upp

Í dag var FC Suðuroy á Argjum. Setningurin var at vinna øll stigini fyri at varðveita vónina um, at tað í síðsta umfari skuldi eydnast at sleppa undan niðurflyting.

 

Úrslitið á Argjum var, at AB vann 6-1. Tað ber við sær, at tað nú er greitt, at FC Suðuroy flytur niður úr 1. deild. FC Suðuroy hevur 26 stig, og undan 27. og síðsta umfari eru tað fýra stig fram til B36.

 

Í hesum umfarinum hevur FC Suðuroy verið eitt ár í næstbestu deildini. Liðið flutti í fjør upp úr 2. deild.

 

6-1 heimasigurin ber við sær, at AB styrkti um sína støðu í kappingini at vinna uppflyting í bestu deildina. Leygardagin fer AB at spæla finalu um uppflyting á útivølli ímóti B71.

 

Hálvleiksstøðan á Argjum var 3-0. Símin Hansen skoraði hattrikk og er nú næstbesti málskjútti í deildini við 16 málum. Ardit Murati skoraði tvey mál, og Sørin N. Samuelsen skoraði eitt mál.

 

Innskifti Alexander Holm Kilgour minkaði um munin til 6-1. Hetta var fyrsta málið hjá 17 ára gamla Alexander Holm Kilgour í næstbestu deildini.

 

FC Suðuroy fær í síðsta umfari vitjan av Skála.