FC Suðuroy harmast um missin

1. DEILD: Gilli Rólantsson ásannar, at hansara menn vóru hepnir at hava stig við sær av Vágseiði

Tað endaði 1-1, tá ið FC Suðuroy seinnapartin hevði vitjan av TB. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy er næstfremst og á uppflytingarplássi, meðan TB er fýra stig aftanfyri.

 

Miðvallarin og spælandi venjarin Markus Thorberg legði TB á odda, tá ið ein hálvur tími var farin. Tað var eftir langt innkast, og eftir at ein av heimamonnunum við høvdinum hevði snittað bóltin í brotsteigin, har fleiri heimamenn vóru kring málskjúttan. Hetta var sjeynda málið hjá Markusi Thorberg, sum er toppskjútti hjá TB.

 

Tepra TB leiðslan helt, inntil í síðsta minutti av vanligu leiktíðini. Tá var tað eftir horna, at Dánjal Godtfred við høvdinum setti bóltin í málið. Hetta var sætta málið hjá Dánjali Godtfred í ár.

 

Gilli Rólantsson Sørensen var stinnur í TB miðverjuni saman við Ndende Adama Guéye. Eftir dystarlok ásannaði Gilli Sørensen, at hann og liðfelagarnir høvdu verið hepnir:

 

-Undan steðginum gekk tað akkurát soleiðis, sum vit høvdu avrátt, at tað skuldi gera, tá ið vit høvdu lotið undan. Eftir steðgin var okkara avrik vánaligt, staðfesti TB miðverjin í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

Pól Thorsteinsson er venjari hjá FC Suðuroy, og hann harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig í grannauppgerðini:

 

-Eg eri ikki samdur í, at TB var omaná í fyrra hálvleiki. Tá vóru tað vit, sum høvdu tak á spælinum. Bæði í fyrra og eisini í seinna hálvleiki royndi TB seg við longum sendingum fram til Aron Sørensen. Vit spældu okkum til nógvar góðar málmøguleikar, og vit áttu at hava skorað fleiri enn eitt mál. Tá ið vit fóru undir kappingarárið, hugsaðu vit ikki um uppflyting. So fór tað at ganga væl, og síðstu nógvu vikurnar hava vit arbeitt miðvíst fyri møguleikanum at flyta upp, segði Pól Thorsteinsson í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum.

 

Leygardagin fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, og TB fær sunnudagin vitjan av B71.