Løgreglan er ørkymlað, at tað støðugt legst til av blaðungum misbrúkarum. Børn heilt niður í 14 ára aldur roykja hassj.
- Tað er onki, sum bendir á, at misnýtslan av rúsevnum í Føroyum er í minking.
Tað staðfestir Mikkjal Thomasen á narkodeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Men samstundis staðfestir hann, at tað eru ikki bara gamlir hippiarir frá sekstárunum, sum síggjast aftur í rúsevna-umhvørvinum.
- Tað er hugstoytt at síggja, men veruleikin er altso tann, at tað legst støðugt til av ungum fólki í rúsevna-umhvørvinum, eisini blaðungum fólki.
- Tað er ikki óvanligt at vit síggja og hoyra um børn, heilt niður í 14 ár, sum roykja hassj, sigur løgreglumaðurin.
Hann sigur, at hetta er nakað, foreldur eru tilvitað um, tí løgreglan fær javnan fyrispurningar frá stúrnum foreldrum, sum hava illgruna um, at børn teirra eru endað í rúsevnamisnýtslu.
- Tað er ein ómetaliga torfør støða hjá foreldrum at vera í. Løgreglan kann ikki veita ráðgeving á hesum øki, men vit leiðbeina fegin foreldur um, hvaðani tey kunnu leita sær hjálp og ráðgeving og, hvat tey serliga skulu hava eyguni eftir í sambandi við atferð og annað, hjá børnunum.
Hinvegin er løgreglan eisini virkin í SSP, sum er samstarv ímillum skúla, almannaverk og løgreglu og í tí sambandi er løgreglan á skúlum og greiður børnum frá um rúsevni, rúsdrekka, og onnur viðurskifti.
Á sama stigi
Men hóast ongar ábendingar eru um, at nýtslan av rúseevnum í Føroyum minkar, kunnu vit hinvegin fegnast um, at misnýtslan er heldur ikki serliga høg aftur ímóti í øðrum londum.
- Útfrá teimum tølum og royndum vit hava, er tað okkara meting, at misnýtslan av rúsevnum ímillum føroyskan ungdóm, er á leið á sama stigi sum misnýtslan ímillum ungdómin í okkara grannalondum, sigur Mikkjal Thomasen.
Hann staðfestir at spurningurin um misnýtslu av rúsevnum er fyri ein stóran part ein sosialur spurningur.
- Tí hava tey sosialu viðurskiftini, heimið og foreldrini, skúli, frítíðarfelagsskapir og sosialu sambondini annars hjá teimum ungu, nógv tann størsta týdningin fyri um ung fella í misbrúk, ella ikki.
Mikkjal Thomasen heldur, at ein orsøk til hetta er, at bæði løgregla og tollvald raðfesta bardagan ímóti rúsevnum rættiliga frammaliga.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at seinastu árini hevur rúsevnasmuglingin til Føroya verið merkt av, at hon er betri skipað, enn hon hevur verið og at tað í ávísan mun eru professinell brotsmannalið, sum standa aftanfyri.
Í hesum sambandi er tað staðfest, at danska rokkara-harkaliðið Hells Angels, hevur fyriskipað rúsevnasmugling til Føroya.
***
Prædikumaður slapp undan ákæru
Presturin í Fuglafirði, Anne Mette Greve Klemensen, hevði meldað prædikumannin Sjúrð Højgaard til løgregluna, eftir at hann hevði lagt eftir prestinum við sera ógvuligum vendingum og skriftstøðum. Men ákæruvaldu helt ikki, at grundarlag var fyri at reisa ákæru, hóast prædikumaðurin brúkti vendingar, sum næstan tóktust hóttandi ímóti prestinum og hennara børnum. Anne Mette Greve Klemensen var ovfarin av, at fútin einki vildi gera við málið, men hon ætlar ikki at gera meira við tað.
***
Tekur tíð at fáa meira flogferðslu
Hóast flogvøllurin í Vágum er útbygdur og arbeitt hevur verið við at fáa onnur flogfeløg enn Atlantsflog at flúgva regluliga til Føroya, er hetta ikki blivið veruleiki enn.
Men sambært stjóranum fyri Vága Floghavn er einki løgið í hesum.
- Tað tekur tíð at fáa nýggj flogfeløg at flúgva til ein flogvøll, og soleiðis er eisini hjá okkum. Vit hava samband við fleiri flogfeløg, og eg trúgvi, at tað veruliga er ein realitiskur møguleiki fyri at fáa meira ferðslu um Vága floghavn, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri.
***
Taks avskrivað 100 milliónir
Síðani 2005 hevur landskassin avskrivað 100 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi. Bara í fjør avskrivaði almenni skattainnkrevjarin 31 milliónir krónur av teimum pengum, sum privat skulu krevja inn vegna landskassan.
***
Skal venja seg við leiklutin
Á nýggjarínum tók Sonni á Horni við sum borgarstjóri í Fuglafirði, og tað er nakað, hann skal venja seg við.
- Tað er undarligt brádliga at vera ein almennur persónur, og tað er eisini nakað, sum er merki, at eg veruliga skal venja meg við. Eitt nú kann tað vera løgið, at fólk, sum eg als ikki kenni, koma yvir til mín at heilsa uppá, greiðir Sonni á Horni frá.