Fegnast um at Trump leggur frá sær friðarliga

Løgmaður sigur at friðarlig stjórnarskifti er ein stór styrki í fólkaræðinum

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast nú um, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lovað at stjórnarskiftið í USA tann 20. januar, tá ið hann fer frá, og Joe Biden tekur við, skal vera friðarligt.

Í eini fráboðan á heimasíðuni hjá løgmansskrivstivuni vísir hann á, at  amerikanski forsetin sigur seg vilja tryggja eitt friðarligt og skipað stjórnarskifti.

Løgmaður fegnast um hesa vend. Hann heldur, at tað er gott og rætt, at tað skal bera til at eftirkanna úrslit og at alt er farið rætt fram.

– Men tá úrslitið er greitt, er tíðin komin til at góðtaka tað og at fagna fólkaræðinum. Friðarlig og vælskipað stjórnarskifti er helst mest grundleggjandi styrkin í vesturlendska fólkaræðinum, sigur løgmaður.