TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Duritu Toftum Joensen hjá H71 aftaná Durita og liðfelagarnir á heimavølli í Hoyvíkshøllini høvdu spælt javnleik 27-27 ímóti VÍF í oddadystinum í SMS-deildini.
Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 16-12, so talan var um eitt sera gott avrik hjá H71 í seinna hálvleiki, og tað var um reppið, at H71 vann 27-26, men Durita C. Jojic fekk bjargað VÍF tað eina stigið.
Durita Toftum Joensen er sera væl nøgd við avrikið hjá H71 í seinna hálvleiki, men í gleðini um leikliga avrikið harmast hon tó, at hon og liðfelagarnir ikki togaðu sigurin heim.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Duritu C. Jojic, ið skoraði níggju mál fyri VÍF.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá spennandi dystarendanum. Til ber eisini at hoyra viðmerkjaran, Teit Joensen taka samanum dystin.