Feilmedisinering er ein trupulleiki í øllum sjúkrahúsum og eisini í teimum føroysku. Men vit hava eingi hagtøl fyri, hvussu ofta slíkt kemur fyri.
Feilmedisinering er til viðgerðar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð. Tí politisk ætlan er um, at ein nýggj skrásetingarskipan skal setast í verk á nýggjárinum, har tilber at skráseta ótilætlaðar hendingar í sjúkrahúsverkinum.
Landslæknin Henrik L. Hansen vísir á, at vit í dag ikki kenna støðuna á hesum øki. Tað er stovnurin hjá landslæknanum, sum skal umsita nýggju skrásetingarskipanina.
- Uttanlands vísa kanningar, at ein slík skipan gevur møguleika fyri at minka um talið av mistøkum, so hetta er uttan iva eitt stórt framstig fyri sjúkrahúsverkið, sigur Henrik L. Hansen, landslækni.
Skipanin skal í høvuðsheitinum bera tvey ting við sær. Tað eina er, at starvsfólk skulu skráseta ótilætlaðar hendingar, so at eitt greitt yvirlit fæst yvir støðuna. Hitt er, at hesi hagtøl síðani skulu brúkast til at málrætta betringar í sjúkrahúsverkinum so, at færri mistøk henda.
Les meira í Vikuskiftis Sosialinum.