FLOGBÓLTUR
Hæddarpunktið á steypadegnum í flogbólti leygardagin var fjórða sett í kvinnufinaluni, ið hevði bæði spenning, dramatikk, gott spæl og ein feil á dómaraborðinum at bjóða. Serliga hetta síðsta tók sína tíð at fáa loyst, og steðgur var í spælinum í fleiri minuttir, áðrenn feilurin kundi rættast.
Støðan var júst blivin 18-17 til SÍ, sum tí átti servuna. Men so skjótt sum servan var farin, ljóðaði signalið frá dómaraborðinum, sum steðgaði spælinum. Annar av dómarunum, Tummas Óli Mortensen, fór yvir til dómaraborðið at vita, hvat var á vási, og eisini fór SÍ-venjarin, Jóhan Petur á Stongum, yvir til borðið.
– Tað, sum hendi, var at ein feilur var gjørdur á dómaraborðinum. Av misgáum var einki stigatal sett fyri tann SÍ-spælaran, sum hevði servað, og tí var gingið útfrá, at viðkomandi skuldi serva aftur. Men tá so tann næsti spælarin fór at serva, stóð tann sami spælarin framvegis fyri at serva, greiðir Tummas Óli frá.
– Hetta tók so sína tíð at fáa upp á pláss aftur, men tað er neyðugt. Í slíkum førum má tað taka sína tíð, tí annars verður klutur í restini av dystinum. Neyðugt er líkasum at spola aftur til støðuna, sum hon var áðrenn, so alt er í rættlagi aftur, áðrenn haldast kann fram.
Fekk onga ávirkan
Venjarin hjá SÍ-kvinnunum, Jóhan Petur á Stongum, var øgiliga bangin fyri, at hetta fór at ávirka spælið í hesum avgerandi settinum.
– Vit høvdu akkurát strítt okkum framum aftur 18-17, eftir at hava verið aftan fyri 13-16, so tí kundi ein so langur steðgur blivið dýrur. Tað fyrsta, sum hendi aftaná, var eisini, at okkara serva kiksaði, men tað bleiv so einki, ið avgjørdi dystin, sigur Jóhan Petur, ið var vísur í, at SÍ einki hevði gjørt galið:
– Tey søgdu, at ein spælari hjá okkum var farin at serva, sum ikki átti at serva. Men so søgdu tey, at hin spælarin, sum átti at serva, stóð framman fyri henda spælaran, og tað ber bara ikki til. Tað royndi eg so at siga við tey, og hóast eg mundi tapt, so visti eg, at eg hevði rætt.
Eisini venjarin hjá Fleyr, Hans Mikkelsen, stúrdi fyri, at hesin drúgvi steðgurin, sum vardi í fleiri minuttir, kundi fara at kosta, men kundi eftir dystin staðfesta, at hetta kortini ikki gjørdist tann avgerandi løtan í dystinum:
– Sjálvandi var tað irriterandi, at tað skuldi henda, og tað gjørdi eisini sítt til, at fokuseringin fór, so vit mistu eitt stig fyri eina skeiva uppstilling stutt aftaná. Men hetta var ikki avgerandi, tí vit vunnu fleiri bóltar aftaná, og framvegis var tað øgiliga spennandi eftir henda feilin, sigur Hans Mikkelsen, sum staðfestir, at slíkt hoyrir til spælið og at tað má man bara venja seg við.