Tað vísir ein umfatandi kanning, sum Ålborg Universitet hevur gjørt. Kanningin vísir, at feitur fiskur heldur fær vektina at minka enn veksa. At feitur fiskur er góður fyri hjarta, hevur leingi verið kent. Hinvegin hava serfrøðingar verið í iva um, í hvønn mun omega-3-feittsýrur, sum eru so góðar fyri hjarta, kanska fáa menniskju til at fitna.
Nýggj gransking, sum Ålborg Universitet hevur gjørt, er komin eftir, at feitur fiskur fitar ikki.
Ganskarar hava hugt eftir tølum hjá umleið 75.000 fólkum úr 10 londum. Luttakarar vórðu spurdir um teirra kost, lívsstíl, og hvussu stórir teir vóru um miðjuna.
Kanningin vísir, at við at eta feitan fisk regluliga minkar vektin eitt sindur heldur enn, at hon veksur.
At omega-3-feittsýrur ikki fita, kemst eitt nú av, at tær stabilisera okkara blóðsukur og insulinstøði. Hetta økir um kensluna av at vera mettur, og tí eta fólk, sum eta feitan fisk, minni.
Haraftrat kemur, at feittsýrurnar stimbra aktivitetsstøði hjá stoffskiftinum, og hetta økir um brenningina av feitti, sum ikki er sunt.
Tað skrivar www.aktivtraening.dk