Felagskenslan verður styrkt

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, svarar spurningum um ólavsøku

Løgtingsmaðurin Djóni Nolsøe Joensen svarar her spurningum um ólavsøku

 

 

 

Hví fert tú á ólavsøku?

 

– Fyrst og fremst tí, at tað er tjóðarhátíð okkara. Tá byrjar nýggj tingseta, og tískil er tað eisini mítt arbeiði og borgarliga skylda at møta upp til skrúðgongu, guðstænastu og sjálvan tingfundin.

 

 

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

– Orsakað av koronu verður við heldur lægri blussi, enn tað plagar. Dagin fyri Ólavsøkuaftan skulu vit tingfólk spæla ein fótbóltsdyst ímóti prestunum, tað kann bara blíva heilt stuttligt, serliga fyri tey sum hyggja.  Ólavsøkuaftan er siðvenja, at vit heima hava opið hús og ein nátturðabita fyri familju, grannum, vinum og kenningum. Ólavsøkudagurin verður meira formellur við skyldunum, sum fylgja við tí at vera tingfólk, men annars ein spákitúr við familjuni gjøgnum býin seinrapart og kvøld.

 

 

 

Hvat er tað besta við ólavsøku?

 

– Tann góði stemningurin og tað at hitta glað og smílandi fólk, sum man kanska ikki hevur sæð í áravís. Ólavsøkuhátíðin styrkir eisini felagskensluna og okkara samleika sum føroyingar.

 

 

 

Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku?

 

– Ikki so nógv. Haldi hon er fín, sum hon er. Tó sakni eg tað, tá ið allir básarnir við tivoli, tombola og annað stóðu uppi í miðbýnum og framvið gongugøtuni.