Eiðis kommuna valdi á bygdaráðsfundi hin 27. november at seta pening av til felagsøkið í Svínáum.
- Tað hevur í fleiri ár verið eitt ynski hjá borgarunum í bygdini at fáa eitt skipað felagsøki, og nú er peningur so settur av til arbeiðið.
Soleiðis siga tey í Eiðis kommunu í dag, og talan er um økið á matr. 460 í Svínáum.
- Vónandi fer ætlanin, sum vit heilt víst koma at hoyra nógv meiri um, at fáa stóra undirtøku, verður lagt aftrat.
Í Eiðis kommunu ætla tey leypandi at vísa á ymiskar íløguætlanir fyri 2026.
- So, lesararnir eru vælkomnir at fylgja við á okkara heimasíðu, siga tey í Eiðis kommunu í dag.











