Blue Planet Society er ein umhvørvisfelagsskapur, sum fleiri ferðir áður hevur talað at grindadrápi í Føroyum. Men nú langa tey beinleiðis út eftir tónleikarum, sum luttaka á G! festivalinum í ár.
Felagsskapurin sigur seg ikki skilja, hvussu hesir tónleikararnir kunnu spæla á føroyska festivalinum, nú høvuðspallurin er á sandinum, har grind eisini hevur verið hildin til. Í hesum sambandi heitir felagsskapurin á útlendsku høvuðsnøvnini á ársins G! festivali um at boykotta konsertirnar í Føroyum.
Høvuðsnøvnini á ársins G! festivali eru Fat Boy Slim, Lewis Capaldi og Princess Nokia. Tey fáa øll somu almennu boð frá felagsskapinum, aftaná amerikanska lívsstílsblaðið Conde Nast Traveller viðmældi føroyska festivalin:
- Tað, sum Conde Nast Traveller ikki hevur fortalt tykkum enn, er, at G! Festivalurin í Føroyum verður hilin á sama staði, sum grindahvalir vera brutalt myrðir á, skrivar Blue Planet Society á bæði Facebook og Twitter, har tey tilsamans hava fleiri enn 200.000 fylgjarar.
- Fat Boy Slim, Lewis Capaldi, Princess Nokia hvat træmin gera tit? hví eru tit høvuðsnøvn til hendan festivalin og lata hesa barbarisku djórapínsluna fara framvið? Um tit spæla, so stuðla tit barariska drápinum.
##med2##
Føroyingar drepa grind sama stað, sum teir hugna sær í heitum potti, sóla sær, drekka øl og lurta eftir tónleiki. Hetta er boðskapurin hjá umhvørvisfelagsskapinum Blue Planet Society, sum hevur sett tvær myndir av Gøtusandi saman - eina við grindadrápi og eina summarmynd frá G! festivalinum. Tey vilja nokk vísa á kontrastina millum hesi bæði “tiltøkini” á Gøtusandi.
Blue Planet Society plagar at leggja myndir út av føroyskum grindadrápum við dramatiskum tekstlýsingum, sum ikki altíð samsvara við veruleikan. Sami felagsskapur hevur sett eina undirskriftainnsamling í gongd, sum eitur “Steðga grindadrápi”.
##med3##