At altjóða ferðaleiðaradagur var í farna mánaði, merktist sjálvandi eisini hjá føroysku leiðarunum. Fyri at markera dagin, høvdu tey skipað fyri nøkrum túrum, har ávíkavist kvøldskúlanæmingar og pensionistar vóru boðin við, soleiðis at tey kundu royna nakað av tí, sum ferðaleiðarar her heima skipa fyri.
Í Tinganesi
Ein túrur varð gjørdur eftir íslendingaslóðum í gomlu Havnini og á Tinganesi. Tey luttakandi vóru næmingar, sum í løtuni ganga til íslendskt á kvøldskúlanum. Byrjað varð við minnismerkið eftir Niels R. Finsen. Men nyttar tað nakað hjá fólki, sum kenna Havnina væl og virðiliga, at fara túr eftir so heimkunningum gøtum?
At tey luttakandi vóru væl nøgd við túrin, er lítið at ivast í. - Hetta var ein stak hugnaligur túrur og søgurnar góvu knappliga vælkendum gøtum og húsum nýtt lív, helt onkur fyri, og fleiri vóru eisini tey, sum tóku undir við hesum.
Onkur annar helt nakað soleiðis fyri: - Rundferðin var sera áhugaverd. Eg havi altíð havt áhuga fyri gomlu Havnini, men allíkavæl vóru nógv støð og frásagnir, sum eg einki visti um. Íslendingin Karl Einarsson - Karl Dunganon - og hansara skemtibrøgd hevði eg til dømis ongantíð hoyrt um fyrr.
- Ja, tað var skemtiligt at hoyra ymiskar søgur, sum knýta seg til húsini úti í Havn, t.d. sethúsini hjá Handilsforvaltaranum, sum eisini hava verið fongsul í sínari tíð, og tað var heppið, at vit høvdu fingið avtalu um at sleppa inn at síggja nøkur av fundarhølunum í landsstýrinum.
- Eg hevði verið rundferð í gomlu Havnini við ferðaleiðara áður, og helt at hetta fór bara at vera endurtøka, men hesaferð vóru frásagnirnar ikki tær somu og frambornar á ein heilt øðrvísi hátt. Eisini var tað eitt upplivilsi at síggja tey nýrestaureraðu hølini í Skansapakkhúsinum.
Ferðaleiðarar í Tinganesi vóru Jóhanna Traustadóttir og Bette Johansen.
Í SvF at gekkast
Sama dag høvdu pensionistar í Kollafirði fingið innbjóðing at vitja í Sjónvarpinum og í Norðurlandahúsinum í Havn saman við ferðaleiðarum úr Kollafirði, og høvdu 25 teknað seg til túrin.
Í Sjónvarpinum tók Ivan Niclasen ímóti teimum og vísti teimum runt í húsinum. Serliga áhugavert hjá teimum eldri var at vera í Gekkastudionum og sleppa at mala hjólinum. Tey fingu eisini nógv av vita um sjónvarpið og um, hvussu umstøðurnar eru hjá teimum at arbeiða.
Aftaná varð farið niðan í Norðurlandahúsið til ein drekkamunn. Úr Norðurlandahúsinum varð farið ein túr við bussinum út á Hamaran á Argjum, haðani útsýnið yvir Havnina var sera vakurt henda kalda, men klára vetrardagin. Áðrenn koyrt varð norðuraftur, varð eisini farið ein túr gjøgnum nýggju býlingarnar omanfyri Havnina, so at fólkini kundu fáa eina mynd av, hvussu Havnin veksur.
- Vit vóru heppin, at ferðaleiðararnir bjóðaðu okkum henda túrin. Um veturin hugsar man minst um at fara útferð, men vit fingu ein frálíkan túr burturúr, segði ein av luttakarunum aftaná. Øll vóru sera glað fyri at hava verið við, og ferðaleiðararnir, Gunnvá Dam og Ólavur Hansen, lata heilsa og takka Kollafjarðar kommunu fyri, at tey vildu gjalda fyri bussin og drekkamunnin í Norðurlandahúsinum.