Fer at tala um tað menniskjansliga

Tá ið Anna Kirstin Steinø setir jóansøkuna í morgin fer hon at tosa um, hvussu hon heldur, at vit menniskju eiga at vera ímóti hvørjum øðrum

Jóansøkusetan

Tað verður Anna Kirstin Steinø, sum fær heiðurin at seta jóansøkuna í ár.
Tað fer fram í miðbýnum á Tvøroyri klokkan tvey seinnapartin í morgin, leygardagin og tá fer Tvøroyrar Hornorkestur eisini at spæla.
Hetta verður eisini fyrstu ferð, at Anna Kirstin heldur røðu fyri almenninginum, so tað er ikki við sørt av spenningi, at hon er farin at fyrireika røðuna.
Anna Kirstin sigur, at hon fer ikki at halda nakra søguliga røðu.
? Tað verður ein røða, sum fer at venda sær til tað menniskjansliga í okkum øllum, um samspælið ímillum menniskju um, hvussu hon heldur, at vit menniskju eiga at vera ímóti hvørjum øðrum og um, hvussu hon heldur at menniskja eigur at vera í samfelagnum.
Men hóast Anna Kirstin hevur gjørt sær greitt, hvussu høvuðsboðskapurin í røðuni skal vera, verður talan um eina spontana røðu, so tað nágreiniliga orðavalið er ikki greitt enn.
Røðan verður nevniliga ikki skrivað niður.
? Tað eiggar ikki hjá mær at skriva alt niður. Men eg fari at skriva stikkorð niður og so verður røðan hildin útfrá tí.