Ferðin ? hásongur til ljósið

JØRGEN-FRANTZ JACOBSEN. Í samband við, at skaldið Jørgen-Frantz Jacobsen hevði 100 ára dag, setti Urd Johannesen sær fyri at fáa til vega eitt tónlistaverk. Sunleif Rasmussen hevur skriva Ferðina, sum verður frumframførd 31. mars

 

Tónlist

Dagfinn Olsen



Skaldið Jørgen-Frantz Jacobsen var føddur tann. 29. november í 1900. Hann doyði blaðungur. Tað var í samband við 100 ára dag skaldsins, at Urd Johannesen, limur í Havnarkórinum, setti sær fyri at fáa til vega eitt tónlistaverk. Slíkt er ikki løtuverk, stórt arbeiði skal í gongd, og samlaða fíggjarætlanin er eisini stór.

Urd setti seg í samband við tónaskaldið Sunleif Rasmussen, sum játtaði at skriva verkið. Hann settist at skriva í september í 1999 og verkið var liðugt í november 2000. At verkið ikki kundi framførast sjálvan 100 ára dagin, var greitt frammanundan, men nú er nærum klárt at fara á pall. Venjingar fara fram og framført verður tann 31. mars í Norðurlandahúsinum.

Dámar væl tekstin

Farna vikuskiftið vitjaði tónaskaldið í Føroyum fyri at venja við Havnarkórinum. Annars hevur Ólavur Hátún vant verkið við kórinum. Jóhannes Andreasen hevur havt fylgispælið.

Vit hittu Sunleif eftir venjingina í Santa Frans Skúla í Havn leygardagin.

? Eg eri væl nøgdur við venjingina, sigur Sunleif, ið eisini sigur seg vera nøgdan við verkið.

? Eg havi roynt at arbeitt við gomlum klassiskum formum, tonaliteti, á ein nýggjan hátt. Verkið er skrivað tonalt, men hugsað á nýggjan hátt, sigur Sunleif, ið ikki dylur, at tað sleppa at skriva júst hetta verk, var eitt slag av ynskiarbeiði.

? Mær dámar væl tekstin. Tað er mestsum ein hásongur til ljósið. Verkið er í fýra satsum. 1. satsur er myrkur. Har eru bara tey lágu ljóðførini, so sum bassar, celloir, paukur og klaver. Og bassolo. 2. satsur er lyriskur, tað er alt verkið, men her lýsur hann Havnina, fólkini, lívið. Her er ein sopransolo og violin, duett. So kemur kór inn. 3. Satsur er hin longsti og er í høvuðsheitum ein tenorsolo við kórsvari. Her er vár. Hann nevnir nógv tónleik og tað er býtt upp í partar. Hann nevnir í 3. satsi Rondo Allegro. Tað er nakað, ið kemur aftur alla tíðina. Har havi eg gjørt so, at kórið nærum syngur tað sama alla tíðina í ymsum stemmum og formum. Gamli rondoformurin er frá 13-1400 talinum. Upprunaliga ein dansur, sum kom inn í klassiskan tónleik við fólkatónleikinum. Rondo merkir bara »runt«. 4. satsur er stytsti satsurin. Hetta er ein villur satsur, har er ljós, sól, veitsla og summar. Her eru sjálvsagt tey lágu ljóðførini goymd og tey høgu sleppa framat, verkið fer frá tí heilt myrka til tað heilt ljósa og hetta liggur í tekstinum, greiðir Sunleif frá.

Ferðin

Og her hómast eisini heitið á verkinum.

? Tað er ein ferð frá myrkri til ljós. Sjálv yrkingin, teksturin, eitur Nýggjársouvertura. Jørgen-Frantz hevur skrivað hetta á nýggjárinum og sent til William Heinesen. Tað kundi eg ikki nýta sum heiti. Ouvertura merkir forspæl og tað er Ferðin ikki. Tað er uppá einar 35-40 minuttir. Eg mátti finna annað heiti og orðið »ferð« er ofta nevnt, sigur Sunleif Rasmussen.

Tónakendur tekstur

Teksturin eftir Jørgen-Frantz Jacobsen í bókini Dýrmæta Lív hellur seg nógv at tónleiki. Yvirskriftir eru, sum t.d. Andante og Rondo Allegro. Eisini verður ofta greitt frá við tónlistarligum myndum. Hevur hetta verið ein vansi ella fyrimunur, tá Ferðin skuldi skrivast?

? Teksturin er tónleikur! Ein fær hugskotini beinanvegin, so tað er ein stórur fyrimunur. Tá ein hevur ein tekst, so er ein altíð eitt sindur bundin, tí har er altíð okkurt givið frammanundan. Skrivar ein instrumentaltónleik, so má ein hugsa fleiri ting sjálvur, sigur Sunleif.

? Eg fekk nógv latið upp í hendurnar, við at lesa Dýrmæta Lív. Millum annað sigur hann einastaðni (Blaðs. 78, blðm.), at hann er í Haldarvík, og hoyrir vindin blæsa í ein krana. Burturúr fær hann eitt lag hjá Schubert, nevnt Standshen. Tað eru sjey tónar og hesar brúki eg, sigur Sunleif og leggur afturat, at sum heild nýtir hann í Ferðini lítið av tónatilfari, men tað sum er, verður nýtt í ymsum formum.

? Hetta fekk eg upp í hendurnar, men umframt fekk eg ymsar lýsingar. T.d. tá Jørgen-Franrz skrivar Barbaru. Tá skrivar hann til William, at hann hevur nógv hugskot, men holdið er veikt. Men hann skrivar hetta musikalskt. Hann sigur, at sinnið er sum villir blásarar, men likamið er sum sorgnar violinir. Hetta nýti eg gjøgnumgangandi í verkinum, sigur Sunleif Rasmussen um Ferðina, sum er skrivað soleiðis, at teksturin kann syngjast bæði á føroyskum og donskum, sum jú var skrivimálið hjá Jørgen-Frantz.

Stórt verk

Tann 31. mars verður Ferðin framførd. Dirigentur verður Bernharður Wilkinson, ið eisini stjórnaði, tá fyrsta føroyska symfoniin varð framførd. Hana hevði Sunleif eisini skrivað. Dirigenturin verður í Føroyum í eina viku undan konsertini, so hann kann venja við sangarum og tónleikarum.

Umframt Havnarkórið, koma 55 sangarar úr Íslandi. Har eru tvær føroyskar kvinnur við, ið eisini taka sær av at arbeiða við føroyska tekstinum.

Føroya Symfoniorkestur spælir verkið. Eini 35 føroyskir tónleikarar eru og eini 25-30 koma úr Danmark. Grundstamman er sostat Føroya Symfoniorkestur.

Solistar eru Joanna Johansen, sopran, Ernst Sondum Dalsgarð, tenor og Eiríkur Hreinn Helgason úr Íslandi, bass.

Gongur strúkandi

Sunleif hevur úr at gera.

? Dagin eftir framførsluna í Norðurlandahúsinum fari eg til París, har ein onnur frumframførsla er av einum av mínum verkum 2. apríl. Hetta er fyri solosaxofon og elektronikk. Ein stór messa er í París og franski parturin av mínum forlag ætlar at promovera mín tónleik. Ein bílegging er longu komin afturat úr Fraklandi frá einum fronskum ljómliði, sum eg skal skriva til næsta ár. Í løtuni skrivi eg eitt verk, eina strúkikvartett, til nakrar slovakar, sum koma til Føroya í summar og frumframførslan skal vera tann 24 juni á einum so eksotiskum stað sum við Gjógv, greiðir Sunleif frá.

? Eg skal eisini vera eitt av trimum høvuðsnøvnum á einum musikkfestivali í Odense, Musikhøst, í november. Odense Symfoniorkestur hevur í tí sambandi bílagt eina saxofonkonsert, sum eg skal skriva í vár og í summar. Musikhøst er ein hin størsti festivalurin í Danmark fyri nýggjan tónleik, sigur Sunleif, ið sum skilst hevur nógv jørn í eldinum.

Dreymurin

Sunleif og familjan hava nú búð í Danmark í 13 ár, men Sunleif dylir ikki, at dreymurin er at flyta aftur til Føroya einaferð og at tey hava spælt við hesa hugsan, men einki ítøkiligt er tó enn á hesi leið.

? Eg kann skriva mín tónleik allastaðni. Eg eri komin á eitt forlag, SUD, ið tekur sær av at selja mín tónleik. Forlagið var, og er, danskt, men hevur í dag nógvar samstarvsfelagar í mongum londum. Forlagið hevur voksið seg stórt, tað hevði nógv af partiturunum hjá Carl Nielsen, og hevur m.a. vunnið pening uppá hesi, greiðir Sunleif frá henda seinnapartin, vit sita í gomlu kirkjuhølunum í Santa Frans Skúla, har venjingar eru farnar fram.

Og Sunleif er væl nøgdur við verk og við venjingarnar og gleðir seg til frumframførsluna av Ferðini tann 31. mars og hann kann ikki lata vera við at nevna stigtakaran.

? Eg haldi, at tað er flott, at Urd Johannesen hevur tikið stig til hetta og hevur fingið hetta at hanga saman. At hon hevur fingið hugskotið og hevur gjøgnumført tað, sigur Sunleif Rasmussen, tónaskald.



Fakta

Ferðin ? fíggjarætlan og stuðlar


Fíggjarætlanin er 750.000 kr.


Stuðlarnir eru:

Nordisk Kulturfond (250.000)

Norðurlandahúsið (sum stendur sum fyriskipari og »karmur« heldur enn beinleiðis stuðul)

Tórshavnar Býráð

Undirvísingar- og Mentamálastýrið

Mentunargrunnur Landsins

FITUR

Tórshavn-Reykjavík-Nuuk

Kodas Kollektive Båndmidler

Statens Musikråd

Dansk-færøsk kulturfond


Og vælvild annars frá nógvum øðrum pørtum, sum eru við í ætlanini, t.d. Atlantic Airways og Smyril Line.


Tiltakið verður fyriskipað saman við Føroya Symfoniorkestri og Norðurlandahúsinum.