Ferðamaður gjørdist í øðini og leyp á tollara

- Maðurin situr í brummuni og verður skuldsettur fyri harðskap móti starvsfólki í almennari tænastu, sigur løgreglan.

Ein útlendskur ferðamaður, sum løgreglan noyddist at handtaka í gjár, verður førdur fyri rættin fyri harðskap á flogvøllinum í Vágum.

 

Hendingin fór fram í gjárkvøldið, eftir at eitt flogfar var komið í Vágar.

 

- Tá tollarar kannaðu viðførið hjá ferðamanninum, vísti tað seg, at hann hevði alt ov nógvar tollfríar vørur við sær, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

 

Maðurin gjørdist í øðini og legði á tollaran. Eftir ógvusligu hendingina rýmdi maðurin av staðnum og fór uppí ein hýruvogn ávegis til Havnar.

 

- Men, tá maðurin longu varð meldaður, og løgreglan var á veg vestur, eydnaðist tað at finna hýruvognin og handtaka útlendska ferðamannin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at maðurin, sum framvegis situr í brummuni, verður skuldsettur fyri harðskap móti starvsfólki í almennari tænastu.

 

- Tað er ikki óhugsandi, at kravið verður fongsulsrevsing, og at maðurin síðan verður vístur av landinum. 

 

Lagt verður aftrat, at talan var ikki um, at maðurin hevði nøkur rúsevni uppi á sær, men bara um tollfríar vørur, og hesar vóru alt ov nógvar.