Ferðsluhagtøl á kortal.fo

Landsverk hevur nú lagt ferðsluhagtøl út á www.kortal.fo.

 

Landsverk og Umhvørvisstovan hava í eina tíð arbeitt við at leggja nýggjastu ferðsluhagtølini á kortal.fo. Trýst her fyri at síggja nýggjastu hagtølini. 

 

Tað, sum vit millum annað síggja er, hvar í Føroyum mesta ferðslan er, og nær á degnum mesta ferðsla er. 

 

Ársmiðal, sum verður víst, er tað árstalið har dáturnar eru komnar inn. Til dømis er ársmiðal fyri 2021 grundað á tøl, sum eru frá januar 2021 og til nú.