Ferðsluóhapp í Norðoyatunnilinum

Bilar rendu frontalt saman

Fyri einari løtu síðani rendu tveir bilar frontalt saman í Norðoyatunlinum.

 

Ferðslan er steðgað upp, soleiðis at bilar ikki sleppa ígjøgnum.

 

Sum vit skilja frá politinum, so virkar tað til at vera nokkso alvorligt, og fólk hava fingið skaða. Politiið og sjúkrabilar eru farnir á staðið.

 

Meira vita tey ikki á politistøðini, men arbeitt verður við tí.