Ferðsluvanlukka í Sundalagnum kravt eitt mannalív

Ein genta, sum var yvirkoyrd mánakdagin, er deyð av løstinum hon fekk

Seinnapartinmánadagin hendi ein ferðsluvanlukka á landsvegnum við Magnstøðina við Streymin. Ein treylari rakti eina 12 ára gamla gentu, sum fekk álvarsligt mein av stoytinum.

 

Hon varð flutt á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar, men tíverri stóð lívið ikki til at bjarga. Og løgreglan sigur, at í gjárkvøldið fingu tey so boðini um, at hon var deyð av løstinum.

 

Løgreglan sigur, at tey vita ikki hvussu vanlukkan hendi, men at tað verður kannað