Fernando Santos verður landsliðsvenjari hjá Aserbadjan

Fernando Santos hevur áður verið landsliðsvenjari hjá bæði Portugal og Pólandi

Fernando Santos var landsliðsvenjari hjá Portugal, árini 2014-2022, har hann vann bæði EM-endaspælið í 2016 og Nations League 2019 við Portugal. Hann var eisini landsliðsvenjari hjá Pólandi í 2023, har tað gekk illa í hond í EM-undankappingini. Vánaliga gongdin fekk pólska fótbóltssambandið at geva Fernando Santos sekkin. 

 

Í vár bleiv 69 ára gamli, Fernando Santos koyrdur sum høvuðsvenjari hjá turkiska stórliðnum, Besiktas. 

 

Men nú skal Fernando Santos royna seg sum landsliðsvenjari á triðja sinni. Hann skal nevnliga vera landsliðsvenjari hjá Aserbadjan. 

 

Fernando Santos hevur møtt Føroyum, bæði sum portugisiskur og sum pólskur landsliðsvenjari. So fáa vit at síggja um hann fer at møta Føroyum til komandi HM-undankappingina.