Tað er nú aftur festivaltíð. Við summarinum koma eisini tónleikafestivalarnir. Tann fyrsti fer at bakkastokki nú komandi vikuskifti, tá Skálabotnur er miðdepil fyri Fjarðafestivalinum. Hetta er tann 4. festivalurin, sum verður hildin í Kelduni í Skálabotni.
Og eftir henda ársins fyrsta festival koma allir hinir slag í slag. Nógvir av festivalunum eru vornir fastur táttur í summarmyndini, eitt nú Jóanskufestivalurin, Asfalt, G!Festivalurin og Summarfestivalurin. Onkur nýggjur festivalur sær eisini dagsins ljós í summar. Tað er tann Við Múrin í Kirkjubø, sum stórur spenningur er um. Hann verður hildin í einum sera vøkrum og søguligum umhvørvi, og vit ivast ikki í, at hann eisini fer at gerast fastur festivalur á hvørjum ári. Aftrat hesum kann eisini nevnast Barnafestivalurin, sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri í sambandi við 100 ára haldi. Og so ikki at gloyma Ólavsøkukonsertina, sum eisini má sigast at vera eitt slag av festivali.
Festivalar koma og fara. Soleiðis vil tað altíð vera. Onkur teirra er longu farin í søguna, men so koma bráddliga aðrir. Her er Við Múrin feskasta dømi um ein nýggjan festival, sum tíðin so fer at vísa, um hann verður afturvendandi. Vit ynskja honum góða eydnu.
Eitt er givið, at tað er fyrst og fremst veðrið, sum drívur verkið. Uttan sól og summar er oftani lítið veiggj í festivalunum, tí umframt tónleikin eru teir eisini eitt sosialt savningarstað fyri ung og tilkomin. Á festivalunum hoyrir tú ikki bert góðan føroyskan og útlendskan tónleik, tú hitti eisini vinir og kenningar, og onkur finnur entá sín framtíðar maka.
Tað vilja altíð vera tey, sum síggja fleiri av festivalunum einans sum eitt høvi til at njóta rúsdrekka, og tað ringa, sum kann standast av tí. Sjálvandi hoyrir eisini rúsandi løgur, her serstakliga øl til nógvar av festivalunum, men royndirnar hava víst, at tey ungu duga sær hógv, og har strangt eftirlit er, har gerast mangir av festivalunum eisini til tónleika- og sosialar løtur, har gleðin er í hásæti. Gleðin við at hoyra góðan tónleik, gleðin við at vera saman við øðrum og at hitta vinir og kenningar. Gleðin við at vera úti í náttúruni.
Miðlahúsið fer at fylgja festivalunum og geva sítt íkast til, at festivalarnir fara at eydnast væl og gleða sum flest føroyingar. Eitt nú fer Rás2 hvønn týsdag at umrøða teir ymsu festivalarnar og lagt varð fyri í morgun við Fjarðafestivalinum.
Vit fara við hesum at ynskja tykkum øllum, sum hava átikið stóru uppgávuna at skipa fyri festivalunum í summar, góða eydnu. Og Føroya fólki fara vit at ynskja eina góða festivaltíð komandi vikurnar.