Fía Lindenskov í uppskoti til altjóða heiður

Fía Lindenskov, integrasjónssamskipari í Tórshavnar kommunu, luttekur í hesum døgum á ráðstevnu í Oslo, har hon er føroyska uppskotið til heðurin The Blaze Inclusion Awards

Fía er tilnevnd í bólkinum The Anchor, ið verður latin til einstakling ella verkætlan, sum í sínum dagliga virki aktivt raðfestir javnstøðu og inklusjón.

 

Seinastu árini hevur Fía, vegna Tórshavnar kommunu, verið við til at betra um viðurskiftini hjá tilflytarum í kommununi. Í summar flutti integrasjónstoymi í egin høli í Heinesens húsi á Tinghúsvegnum, sum hevur fingið heiti "Altjóða Húsið". Í húsinum starvast eisini tulkur, flóttafólkasamskipari og samskiparin av fjølmentanarvikuni.

 

Harafturat er Fía ein av stigtakarunum til Fjølmentanarvikuna, ið hevur sum endamál at varpa ljós á mentanarliga margfeldið í føroyska samfelagnum.