FIFPRO: Fótbóltsleikarar hava alt ov krevjandi dystarskrá

Altjóða fótbóltsleikarafelagið fyri yrkisleikarar, FIFPRO ávarar ímóti kropsligu og sálarligu skaðunum, ið kunnu standast av alt ov pakkaðu dystarskránni

Likamliga og sálarliga heilsan hjá fótbóltsyrkisleikarunum er í vanda.

 

Tað staðfestir altjóða fótbóltsleikarafelagið fyri yrkisleikarar, FIFPRO í einari nýggjari frágreiðing um overving og arbeiðsmongd hjá yrkisleikarum. 

 

Tað er FIFPRO, ið stendur aftanfyri frágreiðingina, ið tekur støðið í júst farna kappingarárið.

 

Júst undanfarna kappingarár var rættiliga óvanligt, tí HM-endaspælið í Katar var avgreitt í november og í desember, og ikki um summarið, ið tað hevur verið allar hinar ferðirnar millum 1930 og 2018. 

 

HM-endaspælið í Katar fekk tað avleiðing, at dystarskráin bleiv meira tættpakkað, bæði áðrenn og aftaná HM-endaspælið. 

 

Frágreiðingin vísir, at nærum helvtin av teimum, ið tóku lut í HM-endaspælinum upplivdu øktu sálarliga møðu gjøgnum farna kappingarár, og hjá summum spælarum var tað rættiliga hættisligt. Hetta merkir, at gerst ein øktur vandi fyri skaðum, niðurbræðing og styttum yrkisleiðum hjá leikarunum. 

 

Í frágreiðingini verður franski miðverjin hjá Manchester United, Raphael Varane brúktur sum eitt dømi uppá hvussu tilveran kann síggja út hjá einum yrkisleikara á hægsta støði. 

 

Síðani á sumri í 2018 hevur Raphael Varane spælt 248 dystir. 58 prosent av dystunum eru spældir, har tað hava verið færri enn fimm hvíludagar millum dystirnar.

 

Í sama tíðarskeiði ferðaðist Varane 229.244 kilometrar í samband við altjóða dystir. Farna vetur tók Raphael Varane avgerð um at gevast á franska landsliðnum, hóast hann bert er 29 ára gamal.