Fíggjarætlanin einmælt samtykt

Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu í kvøld varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.

 

Súni í Hjøllum er borgarstjóri í Nes kommunu. Mynd: Álvur Haraldsen.

Skattaprosentið verður 20,5, sum er tað sama sum í 2021. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er tann sami sum í 2021.

 

Samlaðu inntøkurnar í 2022 eru mettar at verða  67,3 miljónir krónur, og rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 58,8 miljónir. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 8,5 miljónir krónur.

 

Avsettar eru 12,9 miljónir til íløgur. Samlað gevur hetta eitt hall á 4,4 miljónir krónur. 

 

Afturgjalding av skuld verður í 2022 umleið 3 miljónir krónur. Samtykt er, at afturgjalding av skuld verður fíggjað við rakstraravlopi. Íløgurnar verða fíggjaðar við rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 4 miljónir krónur.

 

Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á 2.000 krónur fyri hvørt barnið millum 0-18 ár verður – eins og í 2021 – eisini galdandi í 2022.

 

Størstu íløgurnar í 2021 fara til at gera Frítíðarskúlan lidnan, útstykkingarveg á  Ólavsvegi, parkeringsøki við meira við íbúðirnar á Kneysum/ Heygsvegi, klæðing av 1958-skúlabygninginum og umbygging av Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Hesar íløgur verða eftir ætlan lidnar um árskiftið.

 

Fyri 2022 eru settar av: 4,0 miljónir til at spreingja bakkan innan fyri MJ-Saltsølu, vinnuøki og til verjugrót til Oyrahavnina. 3,0 miljónir fara til jarðarkeyp til íbúðar-, rað- og sethúsabygging við Høganesveg og Regnaveg.

 

Aðrar íløgur, sum Nes kommuna fer at gera í komandi ári, eru: 1,7 miljónir (til skúlan, ætlað til tónleikastovu, ventilatión í svimjihylinum, útiøki og búmerki), 1,9 miljónir (til Heygsveg), 1,0 miljón (til økið á Svangaskarði, ætlað til girðing, køk og málgoymslu), 0,4 miljónir (til útiøki við Barnagarðin/ Vøggustovuna og Frítíðarskúlan), 0,5 miljónir (til Endurnýtsluplássið, ætlað til pressubingju og annað).

 

Aðrar smærri íløgur: 0,3 miljónir (til vatnreinsiverkið), 0,2 miljónir (til Neshamar), 0,2 miljónir (til moldgoymsluna), 0,1 miljónir (til gøtu úti á Nesi) og 0,1 miljónir (til Heilsumiðstøðina).

 

Avsettar eru eisini smærri og størri upphæddir til rakstur av kommunalum vegum, bygningum og ognum annars. 

 

Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at veksa. Hin 25. november 2021 búðu 1451 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøksturin higartil í ár komin uppá 52 fólk.

 

- Vit fara framhaldandi at leggja dent á at skapa fyritreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring í kommununi, siga tey í Nes kommunu í dag, nú fíggjarætlanin fyri 2022 er einmælt samtykt.

 

 

 

Súni í Hjøllum er borgarstjóri í Nes kommunu. Mynd: Álvur Haraldsen.