Fíggjarætlanin fyri 2023 samtykt

Vælferð og trivnaður til borgaran var yvirskriftin hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, tá hann legði fram fíggjarætlanina fyri 2023 til aðru viðgerð.

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2023 varð samtykt í kvøld. Samlaðu inntøkurnar fyri 2023 liggja um eina og eina kvart miljard krónur. Hóast korona og kríggj hava inntøkurnar verið javnar. Samlaðu íløgurnar verða slakar 320 miljónir krónur.

 

Hetta skrivar torshavn.fo.

 

Vælferð og trivnaður til borgaran var yvirskriftin hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, tá hann legði fram fíggjarætlanina fyri 2023 til aðru viðgerð.

 

Fíggjarnevndin skal sambært kommunustýrislógini leggja uppskot til fíggjarætlan fyri býráðið í seinasta lagi 1. oktober. Býráðið skal síðani viðgera uppskotið tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili.

 

Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember. Býráðið hevði fyrstu viðgerð 27. oktober og aðru viðgerð á býráðsfundi nú 24. november.

 

Í uppskotinum til fíggjarætlan 2023 er roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða ávikavist 19% og 9.000 kr. Kendar framskrivingar og virksemisbroytingar eru tiknar við.

 

Inntøkur

 

Hóast fyrst koronu og síðani kríggið í Ukraina kann sigast, at inntøkurnar hjá kommunni hava verið javnar. Mett verður tó ráðiligt at hava eina varliga meting av vøkstrinum í kommunuskatti, millum annað við hækkingunum í vøruprísum og rentuni í huga.

 

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlaninini fyri 2023 vaksa 78,2 mió. kr, ella 6,7%, upp í 1.240,3 mió. kr í mun til inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2022 uppá 1.162 mió.kr.

 

Kommunuskatturin er mettur til 951 mió. kr. Hetta er ein framskriving á 2% í mun til mettar inntøkur í 2022. Partafelagsskatturin er mettur til 60 mió. kr. Staðfestur partafelagsskattur í 2022 er 68,7 mió. kr.

 

Fíggjarmálaráðið hevur mett, at skattur frá eftirlønargjøldum verður 191,9 mió. kr. Hetta er ein vøkstur uppá 13,3% í mun til fíggjarætlanina 2022. Inntøkur í sambandi við DIS, FAS og frádráttir verða mettar nakað hægri. Hesar hækka við 762.000 kr. úr 35,6 til 36,4 mió. kr.

 

Útreiðslur

 

Virksemið í høvuðsstaðarkommununi er enn í stórum vøkstri. Fólkatalið í Føroyum er d.d. 54.111 og veksur støðugt. Størsti vøkstur í tali er í Tórshavnar kommunu. Nú búgva umleið 23.000 fólk í kommununi, svarandi til 42,5% av samlaða fólkatalinum í landinum.

 

Talið av borgarum í kommununi vaks frá oktober 2021 til oktober 2022 við 1,6%, ella 355 borgarum úr 22.631 upp í 22.986.

 

Samanløgdu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi vaksa í fíggjarætlanini fyri 2023 netto 36,2 mió. kr, úr 917,1 mió. kr upp í 953,3 mió. kr. Hetta er ein vøkstur upp á 3,9% í mun til fíggjarætlanina fyri 2022.

 

Íløgur

 

Samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar kommunu fyri 2023 verða 319,8 mió. kr. Harav eru 20 mió. kr. íløgur í Tórshavnar havn.

 

Av størstu íløgunum í 2023 á eldra- og dagstovnaøkinum kunnu nevnast nýtt røktarheim við røktaríbúðum fyri 15 mió. kr, og útbygging av dagstovninum á Hamrinum fyri 5 mió. kr. Hesin sáttmálin er júst undirskrivaður. Á ungdómsøkinum kann eisini nevnast framhaldsdeildin í Sankta Frans skúla, har íløgan er 20 mió. kr.

 

Á trivnaðarøkinum kunnu nevnast langhylurin við 54 mió. kr, Stórhøllin við 50 mió. kr og fimleikarhøll/borgarahús í Kaldbak við 10 mió. kr.

 

Kommunan hevur stórar ætlanir við umlegging til grøna og reina orku. Til orkupolitikkin eru avsettar 8 mió. kr í 2023. Nevnast kann eisini, at avsettar eru 10 miljónir til stóru miðbýarætlanina.

 

Íløgan í útstykkingina omanfyri Argjahamar er 30 mió. kr í 2023 – hetta verður fíggjað við sølu. Í 2023 eru 5 miljónir játtaðar til Kapellið.

 

At enda kann nevnast, at játtanin til innkomuvegin er 74,5 mió. kr, 108 mió. kr. er útreiðsla og 33,5 inntøka sum endurgjald frá landinum. Íløgan í Tórshavnar havn í 2023 er 20 miljónir.

 

Umframt hesi nevndu eru aðrar íløgur, eitt nú íløgur í bæði parkeringstunnil og parkeringshús, umframt íløgur í fleiri útstykkingar.

 

Úrslit

 

Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan verður úrslitið áðrenn rentur 267 mió.kr. Úrslitið áðrenn avdráttir og íløgur verður 261,4 mió.kr. Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 225 mió.kr.

 

Er avlopið til skattafíggjaðar íløgur lægri enn samlaðu íløgurnar, má munurin fíggjast. Ætlanin er at fíggja innkomuvegin 74,5 mió. kr. við lántøku, men higartil hevur hetta ikki verið neyðugt.

 

Lániskuldin hjá sjálvari kommununi er einans 8 miljónir krónur. Samlaða lániskuldin í løtuni er 237 mió. kr, men av hesum eru 229 mió. kr knýttar at Tórshavnar havn.

 

Fíggjarætlanin varð samtykt við aðru viðgerð, skattaprosentið varð ásett til 19 og barnafrádrátturin hækkaður úr 8.000 til 9.000 kr. pr. barn.

 

Fíggjarstøðan í kommununi er góð og ein fortreyt fyri vælferð og trivnaði í kommununi, skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.