Fríggjadagin fer Uni Rasmussen at leggja fram sítt fyrsta uppskot um løgtingsfíggjarlóg, sum samstundis verður tað seinasta hjá sitandi samgongu

Fíggjarlógin verður løgd fram fríggjadagin

Í dag klokkan 11 verður tingfundur, har ófráboðaðir fyrispurningar og andstøðuuppskot um fíggjarpolitiskt regluverk eru á skránni.

 

Fríggjadagin fer Uni Rasmussen at leggja fram sítt fyrsta uppskot um løgtingsfíggjarlóg, sum samstundis verður tað seinasta hjá sitandi samgongu

Men fríggjadagin klokkan 10 er aftur tingfundur, har Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, leggur fram sína fyrstu løgtingsfíggjarlóg, sum samstundis er seinasta fíggjarlógaruppskot hjá hesi samgonguni.

Helst verður tíðindafundur fyri løgtingsfundin fríggjadagin, har uppskotið til seinasta løgtingsfíggjarlóg fyri valið verður almannakunngjørd.

 

 

Fríggjadagin fer Uni Rasmussen at leggja fram sítt fyrsta uppskot um løgtingsfíggjarlóg, sum samstundis verður tað seinasta hjá sitandi samgongu